Kvinnur skulu kunna fara í barsil fyrr

Kvinnur skulu kunna velja at fara í barsil fyrr enn 4 vikur áðrenn barnsburð

Nógvir batar eru gjørdir innan barsilsskipanina í hesum samgonguskeiðnum. At eftirløn er løgd afturat barsilsútgjaldinum, og at barsilstíðin er longd fleiri vikur, eru framúr og tiltrongd framstig til eina tíðarhóskandi barsilsskipan. Og skipanin kann gerast enn betri. M.a. við tí sum Javnaðarflokkurin hevur lagt fram í faldaranum ”Heimsins besta barnaland.”

Eitt, sum eg haldi skal leggjast afturat hesum góðu málsetningunum, sum flokkurin hevur sett sær fyri, er at kvinna, sum er við barn, skal kunna fara í barsil fyrr enn tær 4 vikurnar áðrenn hon er sett at eiga. Sum nú er, sigur barsilslógin, at kvinna, ið er við barn, hevur rætt til at fara í farloyvi frá tí degi, at hildið verður, at 4 vikur eru eftir til barnsburð. So verður lagt afturat: ella frá tí løtu hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella kvinnuna sjálva stendst heilsuvandi av at vera í starvinum.

Vit hoyra javnan, at tað er ikki ein sjúka at vera við barn. Tað er natúrligt, og tí er kvinnan ikki at rokna sum sjúk, men skal liva sum vanligt, tó við nøkrum fyrivarnum. Eg eri partvíst samd við hesum. Tað er ikki nøkur sjúka at vera við barn, so mikið er satt. Tað er stórt at sleppa at ganga við einum barni, og eitt satt privilegium sum kvinna at kunna vaksa eitt menniskja inni í sínum kroppi. Men, tað er strævið. Tað krevur veruliga nakað eyka av kvinnukroppinum at produsera eitt barn. Nýggj gransking vísur, at tað at ganga við barni kann sammetast við, tá ítróttarfólk gera krevjandi ítrótt so sum t.d. marathon og triathlon, ið krevur harða venjing yvir langa tíð. Altso so nógv krevur tað av kroppinum, sum er við barn, hesar á leið 9 mánaðirnar viðgongutíðin er.

So ikki ein sjúka nei, men ein øðrvísi støða, sum krevur nakað væl meir av orku hetta tíðarskeiðið av lívinum. Tískil haldi eg, at kvinnan skal kunna velja at fara í barsil fyrr enn hesar 4 vikurnar áðrenn barnsburð.

Tað er ein góð trygd at barsilslógin loyvir kvinnuni at kunna fara í farloyvi, um hon hevur læknaváttan uppá, at tað er til vanda fyri seg ella barnið at vera í arbeiði. Men eg haldi ikki, at tað skal vera neyðugt at tað skal nærkast heilsuvanda og krevja læknaváttan fyri at kunna fara í barsil fyrr. Seinasta tíðin av viðgongutíðini kann vera serliga strævin og slítandi fyri kroppin. Tað kann hugsast at kvinnur, sum eru við barn, leggja nógv fyri til tess at røkta arbeiðið, og tí ikki fara til lækna eftir læknaváttan, hóast tær føla sær okkurt. Kanska eisini av ótta fyri at missa inntøku.

Henda broytingin hevði gjørt umstøðurnar hjá komandi mammuni og barninum tryggari, og tískil givið teimum báðum eina betri byrjan upp á nýggja lívið.

Hetta er eitt av tí, sum eg fari at arbeiða fyri, verði eg vald til løgtingsvalið 2019.


Gunnvá Tr
óndardóttir Joensen, valevni Javnaðarfloksins