Kvinnur við bróstkrabba fáa framvegin stak góða viðgerð

Ætlaði mær ikki at brúka ávísar sjúklingabólkar sum agn í valstríðnum, men haldi ikki, at pástandurin frá Anniku Olsen og Sámal Hanna Lognberg um, at afturstig eru í viðgerð av bróstkrabba, skal standa ósvaraður.

Eg eri samdur í, at íslendski serlæknin, sum hevur røkt bróstkrabbaviðgerðina, er ein dugnaligur lækni og eg eri ósamdur við nevndu valevnum um, at tað eru afturstig í viðgerðini við nýggju avtaluni.

Eg tosi av og á við starvsfólk, sum varða av hesi viðgerðini í Føroyum. Har eru boðini, at tey ikki kennast við hesa misnøgd, men at tað hinvegin í høvuðsheitum eru jaligar afturmeldingar frá teimum kvinnum, sum eru viðgjørdar undir nýggju skipanini.

Harvið er ikki sagt, at eitthvørt ikki er, sum kann gerast enn betur – soleiðis vil altíð verða. Tí verða leypandi eftirmetingar gjørdar eins og tað javnan er samskifti millum Krabbmeinsfelagið og sjúkrahúsverkið um møguligar batar.

Eg havi hoyrt, at einstakar kvinnur eru misnøgdar við kosmetiska partin av viðgerðini og kunningina. Tað er av týdningi, at hetta verður tikið upp á sjúkrahúsinum fyri at fáa tann partin upp á pláss.

Sum heild er krabbameinsviðgerð nú á døgum vorðin nógv ment, og vánirnar fyri góðum úrsliti eru nógv betur enn fyri nøkrum árum síðani. Ein týðandi orsøk til framstigini er, at viðgerðirnar byggja á eitt víðfevnt samstarv millum fleiri ymiskar sergreinar um einstaka sjúklingin. Her kunnu nevnast røntgenlæknar, skurðlæknar í krabbameini, skurðlæknar í plastkirurgi, serlæknar í krabbameinssjúkum, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar og onnur heilsustarvsfólk.

Ein fyrimunur við avtaluni við Aalborg Universitetssjúkrahús er í fyrsta lagi, at hon umfatar fleiri tættir av teimum sergreinum, ið eru nevndar omanfyri, og sum skulu til fyri at tryggja eitt heildartilboð.

Í øðrum lagi verða viðgerðirnar í nógv størri mun framdar í Føroyum soleiðis, at kvinnurnar eru í kendum umhvørvi og kunnu hava tey nærmastu hjá sær í viðgerðartíðini.

Í triðja lagi er, alt annað líka, størri tryggleiki fyri tænastuni tí talan er um avtalu við eitt universitetssjúkrahús við fleiri starvsfólkum og sergreinum, heldur enn avtalu við privata klinik við einum einstøkum serlækna.

Tjóðveldi fer eins og undanfarin ár at tryggja eina framhaldandi menning av føroyska heilsuverkinum við loysnum, sum passa til føroyska samfelagið og føroyska borgarin.

 

Gott val!

 

Jóanis Erik Køtlum, valevni hjá Tjóðveldi