Kvinnustevnan í Nesvík er nú avlýst

Korona-smittan hevur nú eisini ført til, at landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum er avlýst.

 

 

 

Føroyska Sjómansmissiónin vil fylgja teimum tilráðingum, sum myndugleikarnir hava givið í samband við korona-smittuna.

- Tí verður landsstevnan hjá sjómanskvinnuringunum í Føroyum, sum skuldi verða í Leguhúsinum í Nesvík hin 24.-26. apríl 2020, avlýst.

Føroyska Sjómansmissiónin sigur í tíðindaskrivi, at um onkur hevur spurningar í hesum sambandi, kunnu fólk venda sær til skrivstovuna á tlf. 470000.