Labour ætlar ikki at atkvøða fyri at útskriva val

Bretski Arbeiðaraflokkurin Labour vil hvørki atkvøða ja ella nei til val, skrivar flokkurin í innanhýsisskjali.

Bretski Arbeiðaraflokkurin Labour, ætlar sær ikki at atkvøða, tá Boris Johnson, forsætisráðharri í dag fer at royna at fáa undirhúsið at atkvøða fyri uppskoti um nýval.

Í einum innanhýsis skrivi bava floksins tinglimir fyri boð um ikk at atkvøða, tá uppskotið frá forsætisráðharranum kemur til atkvøðugreiðslu.

Tveir triðingingar skulu atkvøða fyri, um uppskotið um nýval skal samtykkjast.

Labour hevur longu avvíst valynskjunum hjá Johnson tvær ferðir

Liberaldemokratarnir og skotski SNP standa aftanf yri uppskotið um at halda val 9. desember. Tey Konservativu vilja hava valið 12. desember.

 

/ritzau/Reuters