Labour tódnaður í helvt síðani tíðina hjá Tony Blair

Í 1990'unum hevði Labour yvir 400 sessir í bretska Undirhúsinum. Nú er arbeiðaraflokkurin minandi viknaður.

Tá Tony Blair førdi bretska arbeiðaraflokkin Labour til sigur í 1997, fekk flokkurin 419 av teimum táverandi 659 sessunum í Undirhúsinum.

Tað er hægsta tingfólkatal, sum nakar einstakur flokkurin nakrantíð hevur havt í tjóðartinginum.

Á valinum í gjár mátti Labour lata sær lynda 203 av teimum 649 sessunum, sum higartil eru býttir, meðan Konservativi flokkurin fekk 364.

Líkamikið hvør fær tann síðsta sessin av teimum 650 sessunum, broytir tað einki. Tað er ringasta úrslitið hjá Labour síðani 1935, tá flokkurin fekk 154 tingfólk.

So nógvar sessir í Undirhúsinum hevur Labour havt seinastu 10 valini:

1983: 209 tingfólk

1987: 229 tingfólk

1992: 271 tingfólk

1997: 419 tingfólk

2001: 413 tingfólk

2005: 356 tingfólk

2010: 258 tingfólk

2015: 232 tingfólk

2017: 262 tingfólk

2019: 203 tingfólk

Kelda: Sky News.

/ritzau/