Laksaframleiðari hart raktur av koronu

Tað er hálendska stórfyritøkan, Parlevliet & Van der Plas, sum eigur Deutsche See í Bremerhaven, har fleiri fólk eru vorðin sjúk.

 

Øll starvsfólkini hjá Deutsche See noyðast nú at taka eina snarroynd hvørja ferð, arbeiðsvaktirnar skifta.

Øll starvsfólkini hjá Deutsche See noyðast nú at taka eina snarroynd hvørja ferð, arbeiðsvaktirnar skifta.

 

Virkið Deutsche See í Bremerhaven, sum hálendska stórfyritøkan, Parlevliet & Van der Plas, eigur, er í løtuni hart rakt av covid-19 smittu. 

Í løtuni eru 26 fólk, sum starvast á virkinum, rakt av konoru-virusi. Virkið er ikki stongt, men øll starvsfólkini noyðast nú at taka eina snarroynd hvørja ferð, arbeiðsvaktirnar skifa.

Sambært iLaks hevur ávísin, SalmonBusiness, skrivað, at laksur telur 35 prosent av framleiðsluni hjá Deutsche See - ella umleið 11.000 tons um árið.

- Laksurin, sum verður virkaður á fyritøkuni í týska havnabýnum, Bremerhaven, kemur í fyrsta lagi frá norskum alarum, veit iLaks eisini at siga.

##med2##

 

 

 

Øll starvsfólkini hjá Deutsche See noyðast nú at taka eina snarroynd hvørja ferð, arbeiðsvaktirnar skifta.

Deutsche See liggur í týska havnabýnum, Bremerhaven.