Laksur: Príslop fyri páskir

Tað er optimisma millum alarar í løtuni, men útflytarar stúra fyri prísgongdini, nú fleiri lond aftur fara niður í ferð.

 

 

Alt bendir á, at prísirnir hækka, nú páskirnar nærkast, men ymiskar meiningar eru um útlitini.

Alt bendir á, at prísirnir hækka, nú páskirnar nærkast, men ymiskar meiningar eru um útlitini.

 

Hvønn fríggjadag ger iLaks sínar metingar um, hvussu spottprísirnir á laksi fara at roynast í vikuni, sum liggur fyri framman. Metingin byggir á útsagnir úr ymiskum pørtum í laksavinnuni.

Tíðin fyri páskir er ein av teimum góðu, tá ræður sølu av laksi, og eisini í ár er sambært iLaks líkt til, at prísirnir á laksi fara at hála seg uppeftir. 

- Vit hava fingið 64 krónur fyri ein vogn, og vit samráðast um at fáa nakrar vognar aftrat fyri 50 oyru minni enn tað fyri kilo, sigur ein laksaalari við iLaks. 

64 norskar krónur er í dag stívliga 46,60 í donskum krónum.

Laksaalarin sigur,  at tað er stórur aktivitetur í tíðini undan páskum og viðskiftafeløg, sum ikki ringja ofta, lata nú hoyra frá sær. Páskirnar eru ymiskar í ymisku londunum, men alarin væntar, at tað verður størri søla í ár enn vanligt.

- Prísirnir koma at veksa upp í 65 krónur fyri laks, sum vigar trý til seks kilo. Eg siti júst í samráðingum, sigur ein annar í laksavinnuni.

Sambært iLaks er optimisman í laksavinnuni stór fyri næstu vikuna, og 65 krónur norskar fyri kilo - ella stívliga 46,60 danskar - er tað, sum alararnir ynskja og vænta at fáa fyri laksin.

Til samanburðar kann nevnast, at útlitini fríggjadagin fyri einari viku síðan vóru 59 til 60 norskar krónur fyri kilo, so prísirnir, sum alararnir vænta at fáa í næstu viku, er væl hægri.

Ein norskur útflytari heldur, at alararnir kanska eru heldur optimistiskir. Hann vísir á, at um alararnir vilja hava 65 norskar krónur fyri kilo, kann tað gerast trupult at finna marknaðir til fiskin.

- Alararnir trúgva upp á ein ævintýrligan prís, men marknaðurin er ikki til tað. Vit mugu kanna, hvat marknaðurin er til reiðar at gjalda - og kann gjalda, sigur ein útflytari við iLaks.

Útflytarin vísir á, at enn einaferð fara lond í Evropa, eitt nú Frakland, niður í ferð.

- Vit síggja hetta eisini í Noregi. Vit stúra fyri, at prísirnir á laksi aftur fara at fella, sigur útflytarin, sum iLaks hevur havt samband við.

Alt bendir á, at prísirnir hækka, nú páskirnar nærkast, men ymiskar meiningar eru um útlitini.