Landbúnaðurin hevur bíðað nóg leingi!

Nú er stundin komin til at fremja neyðug átøk, ið kunnu lyfta landbúnaðarvinnuna upp á eitt haldbart støði!

Sum húskallur og tilstundandi bóndi slepst ikki undan, at man hevur áhuga fyri landbúnaði og umstøðum tess. 
Og bara man lurtar eitt sindur eftir bøndrum, so hoyrir man beinanvegin, at her eru nógv viðurskifti innan føroyska landbúnaðin, ið treingja til at blíva broytt.
Eg eri rættuliga áhugaður í at finna útav, hvat man kann gera, fyri at betra um umstøðurnar. Og tá ið eingin annar bóndi stillar upp til løgtingsvalið, við tí fyri eyga, at betra um umstøðurnar hjá bøndrum, so havi eg valt at gera tað. Eg tími ikki at bíða meir eftir loysnum, ið aldrin koma.

Landbúnaður í Føroyum og útlondum.
Landbúnaðurin er ein av súlunum undir øllum lívi á allari jarðarklótuni. Og í nógvum londum, ið vit dáma væl at samanlíkna okkum við, hevur landbúnaðurin hægstu raðfesting og verður stuðlaður bæði væl og virðiliga. Tó ikki í Føroyum. Í Føroyum er generella fatanin, at landbúnaðurin skal klára seg sjálvan. Um hann ikki klárar kappingina við tað útlendska, so er tað bara keðiligt.
Føroyskt framleiddar matvørur skulu nevniliga kappast í eini “marknaðargrundaðari” kapping við allar útlendskar vørur. Hendan kappingin er tó langt ífrá marknaðargrundað, tá ið útlendsku vørurnar eru stuðlaðar, og tær føroysku ikki eru. Tá tapir tað føroyska næstan altíð.

Landbúnaðurin koyrir í tómgongd.
Vit hava bert eina framleiðslulinju innan landbrúk í Føroyum, ið kann kallast at vera nøkulunda virkisfør, men illa nokk. Tað er mjólkarframleiðslan.
Allar aðrar framleiðslulinjur eru á frítíðarítrivstøði. Sjálvt um onkrir bøndur hava lagt sera nógv fyri, við privatari fígging, privatari veðseting og harðari arbeiðsbyrðu, so hevur tað ikki gingið upp fíggjarliga. Hettar er for galið, og man kann bert staðfesta, at umstøðurnar hjá landbúnaðinum eru yvirhøvur ikki nøktandi. 
Eisini ein trupulleiki, ið eingin bóndi rættiliga vil tosa so nógv um, er, at nógvir garðar eru niðurbundnir av gamlari skuld. Hetta ávirkar virkisføri og møguleikan fyri at starta upp av nýggjum. Her átti landsmyndugleikin hugt uppá, um órealistisk skuld í festum ikki partvíst kundi verið niðurskrivað.

Íløgur í landbúnaðin ov váðafullar.
Bøndur hava sum sagt, tikið lán og sett privata ogn í veð, fyri at fáa eitthvørt landbrúksvinnuligt upp at standa. Inntøkurnar til hesi lán koma av jørðini, ið hesir bøndur hava ræði á. Men hendan inntøkan er sera ótrygg í hesum tíðum, har ið jørð verður seld undan bøndrum til alskyns endamál, oftani bert til spæl og marglæti hjá byggibarónum. Pengarnir fara í Búnaðargrunnin, ið, skilst, næstan er ómøguligur at fáa nakað úr aftur. Harvið stendur bóndin við láninum, og inntøkukeldan er seld.
Her haldi eg púra greitt, at bóndin eigur at fáa lán endurgoldið, tá ið jørð verður seld undan honum.

Vit liva í eini orku-gulløld.

..og tað haldi eg, at vit eiga at gagnnýta, við at velta so nógvan bø sum yvirhøvur gjørligt. Tí, tá ið alheims yvirskots mátturin minkar, tá verður tað ikki líka lætt og bíligt at velta. Hendan veltað jørðin gevur okkum størri sjálvbjargni sum land, og vit fara ikki at nýta so nógva orku uppá at frakta mat runt um klótuna í framtíðini.
Vit hava í síðstuni næstan bert velt jørð til sláttur, har sum maskinur kunnu koyra. Men framyvir eiga vit eisini at fáa velt lendi til beiti og grønmetisvelting. Grasbeiti kann vera har, ið traktorar ikki kunnu koyra, og tí kunnu vit loysa upp fyri nógvum møguligum lendum, ið vit kunnu gagnnýta.
Tann velta jørðin fer at føða okkum oyggjabúgvar í øldir frameftir; tað fara stásilig asfalt-, betong- og glas-verkætlanir ikki. Tí er tað eftir mínum tykki púra sjálvsagt, at vit gera meir við velting í Føroyum.

 

Global Warming og vistfrøðiligt kollaps.
Nógvastaðni í heiminum óttast fólk fylgjurnar av, at heimurin hitnar, og veðurlagið broytist til tað verra. Hetta fyribrigdi hevur longu rakt lond, ið framleiða matvørur til allan heimin. Í framtíðini fer hetta kanska at versna, og vera vit í Føroyum tí noydd at fyrireika okkum upp á tað ringasta.
Vit eru tíbetur í tí hepnu støðu, at Føroyska moldin hevur høgt potentiali, og vit mangla bert nakrar fáar gradir hægri hita, fyri at gróðrarlíkindini betrast munandi. Hetta eiga vit at fyrireika okkum til.

Ein órógvandi ferðavinna.
Ferðavinnan er blivin nógv størri síðstu árni, og hetta ávirkar eisini landbúnaðin í ávísum støðum av landinum. Tað gerst truplari og truplari at dríva seyðahald í høgunum, tí tað er um at fyllast við útlendskum ferðafólki. Seyðurin og heiðafuglurin støðast ikki, og lendir verða niðurtrakkaði. Her má ein skipan og lóg gerast fyri ferðavinnuna, so hon ikki ger seg inn á landbúnaðin, ið hevur virkað í fleiri hundrað ár.
Ferðavinnan, sum hon er skipað nú, fer ikki at virka í meiri enn 10-20 ár, tí tá er náttúran longu oydd. Her má setast inn við sterkum átøkum skjótt!

Privatisering.
Í fyrstu atløgu eri eg ikki fyri at privatisera føroysku jørðina. Grundarlagið hjá tjóðini, at mata seg sjálva, eigur ikki at vera privat ogn ella vera nýtt sum privat spekulatión hjá sterkum pengamonnum. Hinvegin haldi eg, at landið skal stuðla og vera við í arbeiðinum at gera Føroyar meiri sjálvstøðugt við mati, og bøndur skulu vera teir, ið útinna arbeiðið eftir einum felags málsetningi fyri landið.

Hví varð ikki meiri gjørt síðsta valskeið?
Í síðsta samgonguskjalinum var lagt upp til, at nú skuldi nakað alvorligt henda á landbúnaðarøkinum. Men vit vita øll, at síðsta valskeið fór alt í fisk, og tí varð ikki so nógv gjørt fyri landbúnaðin, sum nógv høvdu forvæntað. Men okkurt er framt kortini.
Ein ætlan fyri landbúnaðin er orðað, nøkur átøk eru framd og í komandi samgongu ætli eg mær at hjálpa okkara landbúnaðarmálaráðharra við sínum ætlanum fyri landbúnaðin. Avbjóðingin verður at fáa tær góðu ætlanirnar at virka í verki, og eg eri sannførdur um, at vit klára tað. Saman við øllum aktørunum í landbúnaðinum.

Nøkur átøk, ið eg haldi skulu fremjast:
1) Landbúnaðurin skal stuðlast meir, og við skili.
2) Íløgur hjá bøndrum skulu virðast og tryggjast betur.
3) Pengar fyri mista jørð skulu onkursvegna kunna nýtast til at gjalda skuld niður við.
4) Vit skulu dyrka nógv meiri lendi, fyri at økja um mat- og stráfóðurframleiðsluna.
5) Útvald lendir og økir skulu friðast og halgast til landbúnaðarendamál aleina.
6) Ferðavinnan skal virða tað arbeiði, ið bøndur fáast við. 
7) Ferðavinnuinntøkur fyri gongd í haga skal eisini fella vinnuvirkseminum hjá bøndrum til góðar.
8) Ein loysn á tøð goymslum hjá bøndrum má finnast, so at bøndur ikki verða kriminaliseraðir av lógini, sum hon er í dag.
9) Búnaðargrunnurin og skipanir tess skulu eftirhyggjast og betrast.
10) Ein møguligur tollmúrur eigur at vera settur á vørur, ið vit sjálvi framleiða heima í FO. 
11) Landbúnaðaryrkisskeiðið hjá Búnaðarstovuni skal betrast og styrkjast. 
12) Landbúnaðargransking skal raðfestast.

Hetta eru nøkur evni, ið eg ætli mær at arbeiða fyri í løgtinginum. Tað eru nógv fleiri tættir, ið man kundi tikið upp, men tað verður ov tungt at skriva um í einari grein. Eg eri altíð áhugaður at læra meir um støðuna innan landbúnaðin, so um onkur av aktørunum í landbúnaðarvinnuni hevur okkurt at leggja afturat, so eru tey vælkomin at deila sínar tankar og hugskot við meg.

Eg fari at tala sakina hjá bøndrunum og arbeiða fyri eini virkisførari framtíð fyri okkara landbúnað.

Eingin annar flokkur hevur hetta á skrá. Tí eigur valið ikki at vera so torført til løgtingsvalið.

Hetta er eitt høvuðsmál hjá mær at fáa loyst í løgtinginum. Fái eg tykkara álit og atkvøðu, so havi eg størri møguleika fyri at gera mun fyri tykkum. 

Jenus í Trøðini,
valevni hjá Tjóðveldi.