Landið hevur í dag fíggjað hallið á fíggjarlógini

Metta landskassahallið í 2020 og 2021 er fíggjað. Landskassin hevur í dag tikið 1,6 mia. kr. í láni at fíggja metta hallið á fíggjarlógini í 2020 og 2021. Lánið tryggjar samstundis landskassanum gjaldføri.

 

 

Tað skrivar Landsbanki Føroya í dag.

Fíggjarmálaráðið hevur í frágreiðing frá miðjum apríl mett um hallið á fíggjarlógini í ár og næsta ár, nú Covid19-sjúkan hevur rakt allan heimin. Óvissan er stór, men miðal framlitið vísur eitt hall á fíggjarlógini á 1,1 mia. kr. í 2020 og eitt hall á 500 mió. kr. í 2021, ella tilsamans 1,6 mia. kr.

Við lántøkuni hevur landskassin tryggjað sær fígging av metta hallinum, samstundis sum lánið tryggjar landskassanum tøkt gjaldføri, nú hjálparpakkar í sambandi við Covid19-sjúkuna, hava útsett rindanina av MVG og tolli.

Óvissan er stór, men vísur tað seg, at hallið verður størri enn mett, ber til at fremja nýggja lántøku, longri fram í tíð, tá vitanin er betri. Hinvegin, um hallið verður lægri enn mett, ber til at rinda niður aftur av skuldini, tá næsta lánið hjá landskassanum fellur til gjaldingar í juni 2021.