Landskassin kann fáa hall upp á 1,5 milliard av korona - bara í ár

Nýggjar útrokningar vísa, at hallið verður minst 800 milliónir í ár og nakað minni næsta ár. Men hallið kann saktans verða nógv hægri enn tað

Landskassin kann lættliga fáa hall upp á ímillum 800 milliónir og 1,5 milliardir í ár, og næsta ár verður eisini stórt hall, men kortini nakað minni enn í ár.

Tað vísa nýggjar útrokningar, nú Fíggjarmálaráðið er farið at meta um, hvørjar fíggjarligar avleiðingar, korona fer at fáa fyri samfelagið.

Men tað góða er so, at bæði landskassin, kommunur, almennir grunnar, stórur partur av húsarhaldunum og stórur partur av vinnulívinum, eru væl fyri at standa ímóti einum tíðarskeiði við afturgongd í búskapinum.

Fíggjarmálaráðið sigur, at óvissan er sera stór í løtuni, men búskapurin kann minka 3-10 prosent í ár, næsta ár fer hann eisini at minka nógv, men tó nakað minni enn í ár.

– Ber til at lata búskapin uppaftur eftir stuttari tíð og kemur gongd eisini í heimsbúskapin skjótt, kann afturgongdin gerast um fimm prosent.

– Verður hinvegin talan um eitt longri tíðarskeið upp á fleiri mánaðir, ella enn longri, og verður afturgongdin í heimsbúskapinum stór, og drúgv, kann búskapurin minka í minsta lagi um 10 prosent, vísa útrokningarnar hjá Fíggjarmálaráðnum.

Størsta orsøkin til afturgongfina er, at inntøkurnar verða munandi minni enn mett var, tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð løgd.

– Minni innflutningur, minni umsetningur, og ógvusliga lækkingin í oljuprísum í ár, fer at gera, at inntøkurnar frá meirvirðisgjaldinum vera munandi lægri, enn roknað var við í fíggjarlógini.

– Partafelagsskatturin verður ávirkaður í 2021, tá ið feløg rinda skatt av avlopinum í 2020. Kapitalvinningsskatturin verður ávirkaður bæði í 2020 og 2021.

Roknast kann eisini við eykajáttanum seinni í ár orsakað av koronakreppuni, eitt nú á heilsuøkinum.

Fíggjarmálaráðið metir kortini, at landið hevur fíggjarligt rásarúm til at taka stór hall á aseg í nøkur ár og at skuldin fer at veksa av hesum.

Í longdini hevur tað stóran týdning, hvussu væl føroyska samfelagið kemur burturúr aftur kreppuni.

– Her hevur tað almenna, og serstakliga landið, ein stóran leiklut í at tryggja, at vinnulig arbeiðspláss eru til, tá samfelagið einaferð letur upp aftur.

 – Tí lata okkara grannalond stórar hjálparpakkar, sum skulu avmarka missin hjá privatum fyritøkum orsakað av korona, og sum skulu fyribyrgja, at eftirspurningurin minkar ov nógv.

– Higartil hevur Løgtingið samtykt tveir hjálparpakkar frá landsstýrinum.

– Samanumtikið er neyðugt, at landið frameftir, eins og gjørt er higartil, neyvt fylgir við gongdini í samfelagnum.

– Neyðugt verður at finna eina góða javnvág ímillum heilsulig atlit og búskaparlig atlit. Júst nú viga heilsuatlitini tyngri, men einki er at ivast í, at sum frá líður fara búskaparligu atlitini at fáa størri tyngd – og tað mugu tey eisini, sigur Fíggjarmálaráðið.