Landsstýrið leggur stórt trýst á foreldur

Løgmaður sigur, at børn skulu aftur í skúlar og í dagstovnar – men læknar ivast

– Vit mugu fáa eina greiða frágreiðing um ætlanina at lata skúlar og dagstovnar til børn, uppaftur mánadagin.

Tað sigur Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú landsstýrið hevur gjørt av, at mánadagin lata vøggustovur og barnagarðar upp aftur, samstundis sum at børnini í fyrsta til triðja flokk, fara aftur í skúla.

Og tí hevur hon nú alment biðið løgmann um eina ítøkiliga frágreiðing um ætlanina og tað skal hann so greiða frá alment í næstum.

Hon vísir á, at Shahin Gaini, yvirlækni, hevur sagt, at við støði í heilsufakligum grundgevingum heldur tað vera skeivt at lata dagstovnar og skúlar upp aftur í næstu viku.

– Bjarni á Steig, yvirlækni, hevur somuleiðis boðað frá, at hann vónar, at fleiri halda børnini heima í eina tíð afturat.

Samstundis sum at skúlar og barnagarðar lata upp aftur, hevur landsstýrið boðað frá, at tað er ikki møtiskylda í skúlanum, og vilja foreldur heldur hava børnini heima, eru tey vælkomin til tað.

– Løgmaður hevur lagt avgerðina upp í hendurnar á fólki, men hann hevur boðað frá, at samfelagið spakuliga letur upp aftur 20. apríl.

– Boðini frá heilsumyndugleikunum og frá landsstýrinum eru ymisk, og hetta skapar ótryggleika og stúran, heldur Ingilín Didriksen Strøm.

– Tá ið foreldur sjálv skulu gera av, um børnini fara aftur á stovn ella í skúla, kann tað seta fleiri í eina sera trupla støðu.

– Tey fara kansta at stúra um børnini og smittuna, samstundis sum tey kunnu vera undir stórum trýsti frá arbeiðsgevarum, sum vænta tey aftur til arbeiðis sum skjótast, sigur Ingilín Didriksen Strøm.

– Eisini námsfrøðingar hava boðað alment frá, at tey undrast á, at tey nú skulu til arbeiðis, tá heilsumyndugleikarnir mæla frá.

– Vit hava tørv á at fáa greitt at vita, hví landsins myndugleikar lata skúlar og barnagarðar upp í næstu viku, og hvussu vit eiga at bera okkum at í hesum sambandi, sigur lægtingskvinnan fyri Javnaðarflokkin.