Landsstýrið má gera meiri enn tað hevur gjørt

Vit skilja, hvussu álvarsom støðan er, men landsstýrið má taka ímóti hondini, vit rætta út ímóti teimum

Tað verður neyðugt hjá landsstýrinum at seta fleiri tiltøk í verk fyri at hjálpa teimum løntakarunum, sum missa lønina ímeðan teir eru sendir til hús.

Tað siga 27 føroysk fakfeløg nú í eini felags áheitan á landsstýrið.

Løgtingið hevur longu samtykt ymisk tiltøk, eitt nú er tað samtykt, at Als skal lofta teimum, sum fyribils eru send til hús av koronakreppuni

Men fakfeløgini siga, at tað er neyðugt at tryggja løntakarum, soleiðis at fíggjarligi smeiturin ikki rakar privatfólk óneyðuga hart. Tískil er tað neyðugt at seta fleiri tiltøk í verk enn tað, sum longu er gjørt, siga tey.

Landskassin má eisini taka ábyrgd av løntakarum, eins og arbeiðsmarknaðurin ger tað, siga tey. Tey siga, at tað verður eisini neyðugt at taka støðu til, hvat skal gerast um støðan verður tann, at hundraðtal milliónir renna úr kassanum hjá ALS í løn til fólk, sum eru send heim.

– Vit skilja tað álvarsomu støðuna vit eru í, og at tiltøk mugu gerast fyri at steðga smittuni. Men vit vilja samstundis heita á myndugleikar um at tryggja, at fólk ikki koma í fíggjarligt óføri av støðuni, siga fakfeløgini.

– Vit mugu gera alt vit kunnu fyri at fyribyrgja, at avleiðingin av koronasmittuni verður ein umfatandi samfelagskreppa, leggja tey afturat.

Men tey siga eisini, at fakfeløgini eru til reiðar at samstarva við landsstýrið um at finna loysnir, og tey heita á myndugleikar um »at taka ímóti okkara útrættu hond«, sum tey málbera seg.

Tí hava hesi 27 fakfeløgini nú skipað eitt fakfelagsráð og tey vóna, at landsstýrið vil taka tey við í arbeiðið, sum liggur fyri framman.

Í hesum sambandi eru tey fús at samráðast við landsstýrið um tey tiltøk, sum skulu setast í verk.

– Tað er neyðugt, at báðir partar á arbeiðsmarknaðinum eru við, tí hetta hevur víðfevnda avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin, og hvussu vit skipa okkum í hesi serligu tíð, siga tey.

Tey 27 fakfeløgini, sum eru við í hesum fakfelagsráðnum, eru

Starvsmannafelagið,

Føroya Arbeiðarafelag,

Ljósmøðrafelag Føroya,

Heilsurøktarafelagið,

Ergoterapeutfelagið,

Heilsuhjálparafelag Føroya,

Kost og Føðslufelagið,

Føroya Handverkarafelag,

Musikklærarafelag Føroya,

Bioanalytikarafelagið,

Føroya Pedagogfelag,

Føroya Lærarafelag,

YF- Miðnám,

Fysioterapeutfelag Føroya,

Havnar Handverkarafelag,

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,

Landsfelag Handverkaranna,

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar,

S&K Felagið,

Felagið Radiografar í Føroyum,

Havnar Arbeiðarafelag,

Havnar Arbeiðskvinnufelag,

Maskinmeistarafelagið,

Akademikarafelag Føroya,

Klaksvíkar Arbeiðmannafelag,

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Samtak