Landsstýrið skal gera eina hjálparpakka afturat

Fleiri løgtingslimir vilja hava landsstýrið at gera ein hjálparpakka afturat til ávísar fyritøkur

 

 

Christian Andreasen heldur, at landsstýrið má, longu nú, fara undir at fyrireika ein hjálparpakka afturat, og tað eru aðrir løgtingslimir samdir í

Christian Andreasen heldur, at landsstýrið má, longu nú, fara undir at fyrireika ein hjálparpakka afturat, og tað eru aðrir løgtingslimir samdir í

Landsstýrið eigur at gera ein hjálparpakka til tær størru vinnufyritøkurnar, sum eru gart raktar av koronakreppuni.

Tað halda fleiri løgtingslimir, nú Løgtingið viðgerð annan hjálparpakka í sambandi við korona. Endamálið við pakkanum er at hjálpa smærri fyritøkum at hóra undan kreppuni.

Men fleiri løgtingslimir halda, at vit eiga ikki at gloyma tær størri fyrirtøkurnar.

Christian Andreasen, sum er talsmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at tað eru eisini fleiri stórar fyritøkur, sum kunnu koma heilt illa fyri av korona og tí vil hann hava at landsstýrið, longu nú, fer undir at fyrireika ein hjálparpakka afturat til tær stóru fyritøkurnar.

Landsstýrið má fylgja við støðuni hjá teimum hesar næstu tíðina, men summar eru so illa fyri, at hann beinleiðis heitir á landsstýrið um at fyrireika ein hjálparpakka til tær eisini, sigur hann.

Hann sugurm at tær eru ikki so nógvar í tali og ein hjálparpakki til tær, verður ikki so dýrur, sum núverandi hjálparpakki er.

Aðrir politikarar eru samdir við hesum, og í hesum sambandi verður hugsað um fyritøkur, sum selja flogferðir, sum reka hotell og sum selja útferðir, og aðrar fyritøkur. Og hugsað varð eisini um fiskavirki av ymsum slagi, sum ikki sleppa av við fiskin.

Løgtingslimir halda eisini, at tað verður neyðugt at hugsa um tær nýggju fyritøkurnar, sum ongan stuðul fara at fáa eftir núverandi reglum. Eftir núverandi reglum verður stuðul nevniliga latin eftir, hvussu stóran umsetning, tær høvdu í sama tíðarskeiði í fjør.

Tinglimir eru eisini sinnaðir at viðgera spurningin um markið skal vera so knívskorið, at ein fyritøka skal hava mist minst 50 prosent av umsetninginum fyri at fáa hjálp, annars fáa tær einki. Tinglimir vilja nevniliga hava eina meiri stigvísa skipan.

Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, sigur, at tillagingar fara at verða gjørdar, áðrenn málini verða samtykt, soleiðis at lagt verður upp fyri, at nýggjar fyritøkur eisini verða stuðlaðar.

Hann heldur ikki, at tað er nøktandi, at landsstýrið bara fer at lata stuðul eftir tí umsetingini, fyritøkur hava havt. Tað verður eisini neyðugt at hyggja eftir teimum íløgum, sum eru gjørdar, tí nýggjar fyritøkur hava eisini havt stórar útreiðslur til íløgur, uttan at hava útlit til at fáa eina krónu í inntøku í næstu framtíð, og tað heldur hann, at Løgtingið eisini eigur at leggja upp fyri í hjálparpakkanum.

 

 

Christian Andreasen heldur, at landsstýrið má, longu nú, fara undir at fyrireika ein hjálparpakka afturat, og tað eru aðrir løgtingslimir samdir í