Lastbilførari hevur ov vandamikið eftirnavn

Ein kanadiskur lastbilførari hevur mist livibreyðið, eina og aleina tí, at eftirnavn hansara er ov vandamikið. So vandamikið, at amerikanskir myndugleikar ikki longur vilja lata hann koyra um markið til USA.

Kanadiski Babak Soleimani sleppur ikki longur at koyra um markið millum Kanada og USA. (Arkivfoto) - Foto: Christinne Muschi/Reuters

Kanadiski Babak Soleimani sleppur ikki longur at koyra um markið millum Kanada og USA. (Arkivfoto) - Foto: Christinne Muschi/Reuters

Lastbilførarin eitur Babak Soleimani og hevur – óheppið fyri hann – sama eftirnavn sum ein ávísur iranskur heryvirmaður, sum amerikanarar drupu fyrr í mánaðinum.

Umframt tað hevur Babak, sum flutti úr Iran til Kanada í 2009, tó einki samband við valdsmikla og nú deyða heryvirmannin Qassem Soleimani.

Kortini er lastbilførarin síðan drápið 3. januar ferð eftir ferð steðgaður við amerikanska markið.

– Eg eri bara ein lastbilførari. Eg havi einki við nakra stjórn ella nakra politiska skipan at gera, hevur Babak Soleimani sagt við CBC.

/ritzau/

 

 

 

Kanadiski Babak Soleimani sleppur ikki longur at koyra um markið millum Kanada og USA. (Arkivfoto) - Foto: Christinne Muschi/Reuters