Lata spakuliga upp aftur

– Vit leggja nú ætlan, hvussu vit spakuliga lata upp aftur. Tað verður tó varisliga, so at vit forða fyri smittuspjaðing, sigur Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum

##med2##

Stjórin vísir á, at sera nógvar viðgerðir hava verið gjørdar í hesum tíðum, sjálvt um koronasmittan hevur avmarkað arbeiðið.

– Tað er ikki so, at alt er steðgað upp. Tað er bara skert. Vit hava eisini gjørt nógv meira við telefonviðtalu, har tað er møguligt, sigur hann.

Nú ætlanin er at vaksa um virksemið á sjúkrahúsinum aftur, verður tað gjørt varisliga.

– Sjúkrahúsverk Føroya er stórt og komplekst, og tí mugu til dømis bíðirúm ikki fyllast. Vit leggja eina ætlan, hvussu hetta skal gerast, sigur hann.

Koronatilbúgvingin er framvegis á Landssjúkrahúsinum, men tað hevur ikki verið so nógv at gera har, síðstu dagarnar.

– Vit lata eitt sindur upp, men um støðan broytist, so kunnu vit skjótt skifta yvir aftur til tað akuttu tilbúgvingina, ið vit hava havt tær síðstu vikurnar, sigur Steinar Eirikstoft.

Hann vísir eisini á, at nógvir føroyingar framvegis fara til viðgerð uttanlands.
– Sjúklingar eru í hvørjum flúgvara, ið fer til Danmarkar, sigur hann.

Lurtið eftir allari samrøðuni við Steinar Eirikstoft, sum Árni Gregersen hevði við hann á FM 1.