Led Zeppelin hava ikki stolið Stairway to Heaven

Bretski rockbólkurin Led Zeppelin hevur fingið viðhald frá rættinum í, at bólkurin ikki hevur stolið intro’ina til heimsgitna lagið »Stairway to Heaven«.

Led Zeppelin-forsangarin Robert Plant og gittarleikarin Jimmy Page, sum skrivaðu »Stairway to Heaven«, høvdu skula rindað milliónir, um teir taptu rættarmálið. - Foto: Suzanne Plunkett/Reuters

Led Zeppelin-forsangarin Robert Plant og gittarleikarin Jimmy Page, sum skrivaðu »Stairway to Heaven«, høvdu skula rindað milliónir, um teir taptu rættarmálið. - Foto: Suzanne Plunkett/Reuters

Tað skrivar BBC, eftir at eitt kærumál varð avgjørt við ein dómstól í San Fransisco mánadagin.

Teir í Led Zeppelin vóru lagdir undir at hava stolið partar av sanginum »Taurus« frá minni kenda bólkinum Spirit. Gittarleikarin, Randy Wolfe, hevði skrivað sangin í 1968 – trý ár fyri »Stairway to Heaven«.

Ein partur av lagnum »Taurus« skuldi sambært ákærunum vera brúktur í introini til ikoniska lagið hjá Led Zeppelin.

Led Zeppelin-forsangarin Robert Plant og gittarleikarin Jimmy Page, sum skrivaðu sangin, høvdu skula rindað fleiri fleiri milliónir dollarar, um teir høvdu tapt rættarmálið.

/ritzau/

 

 

 

Led Zeppelin-forsangarin Robert Plant og gittarleikarin Jimmy Page, sum skrivaðu »Stairway to Heaven«, høvdu skula rindað milliónir, um teir taptu rættarmálið. - Foto: Suzanne Plunkett/Reuters