Leggur sak ímóti Trump og stuðlum fyri álop á Kongressina

Álopið á Kongressina var beinleiðis avleiðing av ólógligu gerðunum hjá Donald Trump, ljóða ákærurnar.

 

 

6. januar lupu fleiri túsund viðhaldsfólk hjá Trump á Kongressina í Washington, eftir ein fund hjá Trump framman fyri Hvítu Húsini. - Foto: Shannon Stapleton/Reuters

6. januar lupu fleiri túsund viðhaldsfólk hjá Trump á Kongressina í Washington, eftir ein fund hjá Trump framman fyri Hvítu Húsini. - Foto: Shannon Stapleton/Reuters

Demokratiski kongresspolitikarin Eric Swalwell hevur lagt sivilt rættarmál ímóti fyrrverandi forsetanum Donald Trump, soni hansara Donald Trump junior, advokatinum Rudy Giuliani og einum republikanskum lóggeva fyri at hava birt undir álopið á amerikonsku Kongressina 6. januar.

Tað sæst av rættarmálinum, at Trump og teir saksøktu høvdu eina »herferð við lygnum við eldfimum retorikki«. Og at tað førdi til, at ein stórur skari av Trump-viðhaldsfólki leyp á Kongressina sambært New York Times.

– Tær óhugnaligu hendingarnar 6. januar vóru beinleiðis og forsøgin avleiðing av teimum ólógligu gerðunum hjá teimum skuldsettu, stendur víðari í sakargrundarlagnum.

Tað kostaði fimm fólkum lívið. Millum tey deyðu var ein løgreglumaður, sum var á varðhaldi við Kongressina. Tað hendi, meðan Kongressin var í ferð við at staðfesta, at demokraturin Joe Biden vann forsetavalið í november.

Swalwell er limur í Umboðsmannatinginum. Hann var ein av ákærunum í ríkisrættarmálinum, sum stutt eftir varð reist ímóti Trump fyri at hava íbirt álopið á Kongressina.

Men tað eydnaðist ikki at fáa tveir triðingar av limunum í Senatinum at atkvøða fyri at døma Trump.

Í sakartilfarinum verður víst til Ku KLux Klan-lógina frá 1871. Lógin skuldi tá tryggja, at rørslan ikki skuldi ræða landsins umboð, skrivar tíðindastovan AFP.

Sakarmálið er umframt Trump sjálvan eisini reist ímóti Donald Trump junior, persónliga advokatinum hjá Trump, Rudy Giuliani og republikanska kongresspolitikaranum Mo Brooks.

Teir tosaðu allir á fundinum hjá Trump uttan fyri Hvítu Húsini 6. januar og birtu sambært Swalwell til álopið á Kongressina.

Um Trump og teir saksøktu tapa málið, kunnu teir verða dømdir til endurgjald og á annan hátt dømast fíggjarliga revsing, skrivar New York Times.

/ritzau/

 

 

6. januar lupu fleiri túsund viðhaldsfólk hjá Trump á Kongressina í Washington, eftir ein fund hjá Trump framman fyri Hvítu Húsini. - Foto: Shannon Stapleton/Reuters