Leiðarin hjá Fimmstjørnurørsluni fer frá

Luigi Di Maio hevur váttað, at hann leggur frá sær sum floksleiðari í Fimmstjørnurørsluni í Italia, sum er í mótvindi.

REUTERS/Guglielmo Mangiapane

REUTERS/Guglielmo Mangiapane

Floksleiðarin Luigi Di Maio leggur frá sær sum leiðari í Fimmstjørnurørsluni í Italia. Men hann ætlar sær framvegis at vera virkin í flokkinum, sigur hann sambært Reuters.
Ein nýggjur leiðari hjá flokkinum, sum er í italsku stjórnini, verður valdur ein av komandi mánaðunum eftir eina flokskongress, sigur Di Maio.
Til ta tíð verður tað flokslimurin Vito Crimi, sum varðar av flokkinum eftir Luigi Di Maio, sum eisini er uttanríkisráðharri.
Di Maio hevur stjórnað Fimmstjørnurørsluni síðani september í 2017, men hevur havt vaksandi mótstøðu í flokkinum. Fleiri tingfólk eru soleiðis farin úr flokkinum, sum stendur illa í veljarakanningum.
/ritzau/Reuters


REUTERS/Guglielmo Mangiapane