Leiðslan í Vinstra ósamd um samstarv við Javnaðarflokkin

Næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, sigur, at eitt stjórnarsamstarv millum Javnaðarflokkin og Vinstra ikki kann vera fyrsta raðfesting eftir valið.

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra

Næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, sær ikki fyri sær, at ein SV-stjórn kann gerast ein møguleiki eftir fólkatingsvalið.

Tað sigur hann við Berlingske í kjalarvørrinum av, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í nýggjari bók nevnir møguleikan, at teir báðir flokkarnir kunnu skipa stjórn saman. Men tí hugskotinum tekur Kristian Jensen altso ikki undir við.

– Eg havi merkt mær, at Lars Løkke Rasmussen sigur, at fyrsta valið hjá honum er ein borgarlig-liberal stjórn, og tað, haldi eg, er ein góð fyrstaraðfesting, sigur Kristian Jensen við Berlingske.

Upp á spurningin um, hvørt næstforamaðurin í Vinstra kundi ímynda sær eina SV-stjórn sum aðruraðfesting, sigur Kristian Jensen:

– Nei. Eg ímyndi mær at leggja kreftir í, at fyrra raðfestingin gerst veruleiki.

 

/ritzau/

 

 

Kristian Jensen, næstformaður í Vinstra