Leikararnir eru eisini til reiðar

Eirikur Simonsen vónar at nýggjar verjuavtalur fara at geva betri sømdir

Dysturin, Føroyar - Ukraina, verður leiktur leygardagin klokkan 16.45 - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

 

-Gólvið er munandi betri enn í Ukraina, staðfestir Eirikur Simonsen eftir seinastu venjingina í Royal Arena, har Føroyar eiga heimavøll ímóti Ukreina leygardagin.

Nógv umtalaða gólvið í Kiev hevði tó ikki stórvegis ávirkan á leikararnar, sigur Eirikur Simonsen.

-Møguliga vit vóru eitt sindur eyka eymir í knøunum, men tað vit hava tað fínt í dag, sigur sterki verjuleikarin.

 

Venjingin legði ein ávísan dent á at royna nakrar øðrvísi avtalur í verjuspælinum, og Eirikur Simonsen og hinir verjuleikararnir hava eisini prátað nógv um hvussu hetta kann betrast í mun til fyrra dystin.

Verjuleikararnir høvdu ein fund eftir dystin, og úrslitið av hesum er so tær verjuavtalurnar, ið vórðu vandar í kvøld.

-Vit hildu at teir sloppu nakað ov lættliga, og eg vóni at nýggju avtalirnar kunnu eydnast eitt sindur betri, sigur Eirkur Simonsen.

 

Men tað verður ikki bara sum at siga tað.

- Teir vórur ótrúliga góðir, heldur Eirikur Simonsen fyri - helst besta liðið, ið eg havi spælt ímóti, staðfestir hann.