List í almenna rúminum

Í Føroyum hava vit í minni og størri mun valt at listprýða almennar bygningar. Sjálv var eg sum landsstýriskvinna partur av fleiri slíkum verkætlanum, og tað er at fegnast um, at vit soleiðis eru við til at ríka almenna rúmið – og sjálvandi skulu listafólkini samsýnast fyri útint arbeiði.

Somuleiðis síggja vit ofta skrivstovur og vinnuhøli, har list og designaramøblar eru partur av inrættingini. Tað prýðir um, og tað er væl eingin, sum ivast í, at her verður eisini goldið fyri listina.

Í øðrum førum er listin kanska minni ítøkilig. Tað sæst ikki fysiskt, tá tónleikur er partur av rúminum í einum handilshøli, men hetta verður tilvitað brúkt sum partur av hølunum, har tey vitjandi jú skulu kenna seg væl.

Summir handlar hava tilvitað val av tónleiki, meðan onnur hava onkra útvarpsrás koyrandi. Felags er tó, at tey í hesum nýta tónleikin sum part av ljóðmyndini í hølunum.

Sjálvandi skulu listarfólkini, sum hava framleitt tónleikin, hava løn fyri sítt arbeiði. Einstaki tónleikarin kann sjálvandi ikki – eins og málarin ella myndhøggarin – selja sítt verk, hvørja ferð tað verður brúkt, og tí hevur tónleikaídnaðurin KODA, sum hevur til endamáls at tryggja tónleikarum, tónasmiðjum og sangskrivarum síni rættindi.

Tað gongur yvir mín forstand, at hendan skipan er nakað, ið ávísir politikkarar vilja avtaka.

Og kanska serliga ironiskt, at hendan útsøgnin kemur júst í hesum døgum, nú vit fegnast um nýggja og stásiliga musikkskúlan, sum skal vera karmur um fyrimyndarligu føroysku musikkskúlaskipanina. Ein skipan og ein bygningur, sum kulturpolitikarar í øðrum londum bert kunnu droyma um. Tí vit eru góð við sang og tónleik í Føroyum.

Og eg kann í øllum førum vissa um, at tað verður ikki við Javnaðarflokkinum við stýrisvølin, at Føroyar verða umskipaðar til ein pirat-stat.

Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin