Lívsstílur kann verða ein orsøk

Títtleikin av bróstkrabba er munandi størri í USA, Kanada og Norðurevropa enn í Asiu og Afrika.

Alkohol veksur um nøgdina av østrogeni í blóðinum hjá øllum kvinnum, veit www.cancer.dk at siga.

Alkohol veksur um nøgdina av østrogeni í blóðinum hjá øllum kvinnum, veit www.cancer.dk at siga.

Vandin fyri bróstkrabba tykist hava nakað við lívsstílin í vestara parti av heiminum at gera, tá vandin eisini økist, um fólk flyta úr eitt nú Asia til USA.

 

Broyttu vanarnir hjá kvinnum seinastu ártíggjuni í okkara parti av heiminum benda á, at vandin fyri menning av bróstkrabba er øktur.

 

Samlaða nøgdin av østrogeni, sum ein kvinna kemur út fyri í lívinum, hevur týdning fyri, um hon mennir bróstkrabba.

 

Østrogen er sum kunnugt eitt kvinnuligt kynshormon. Tess meira østrogen - jú, størri verður vandin. Økta nøgdin kann viðvirka til, at vanligar kyknur í bróstinum verða umgjørdar til krabbakyknur.

 

Allar kvinnur framleiða østrogen, og hetta er náttúrligt og eisini neyðugt fyri, at likamið kann fungera. Men, ymiskir tættir, sum hava við vesturlendskan lívsstíl at gera, kunnu ávirka nøgdina av østrogeni í blóðinum á negativan hátt.

 

Menning av krabbameini hevur tó altíð eina osøk í fleiri ymiskum tættum, sum hava við arvaeginleikar, lívsstíl og umhvørvi at gera.

 

Kvinnur, sum drekka alkohol, eru í øktum vanda fyri at menna bróstkrabba samanborið við kvinnur, sum ikki drekka. Vandin veksur so hvørt, sum meira alkohol verður drukkið, og vandin er hin sami, antin talan er um øl, vín ella brennivín. 

 

Flestu kanningar vísa, at vandin veksur fyri hvønn lítlan, sum drukkin verður, og ein lítil svarar í hesum føri til eitt glas av víni, eina vanliga øl - ella 4 cl. av brennivíni.

 

Fyri kvinnur, sum ikki eru komnar í skiftisárini, veksur vandin við fimm prosentum fyri hvønn lítlan - og fyri kvinnur eftir skiftisárini veksur vandin við níggju prosentum fyri hvønn lítlan.

 

Hetta merkir eitt nú, at ein kvinna eftir skiftisárini, sum drekkur eitt glas av víni hvønn dag, er í níggju prosent størri vanda fyri at menna bróstkrabba samanborið við kvinnu í sama aldri, sum ikki drekkur.

 

Tað er av fleiri orsøkum, at alkohol veksur um vandan fyri at menna bróstkrabba. Alkohol veksur um nøgdina av østrogeni í blóðinum hjá øllum kvinnum, og ein veksandi nøgd av østrogeni setir kvinnur í ein størri vanda fyri at menna bróstkrabba.

 

Haraftrat er alkohol flokkað sum eitt krabbameinselvandi evnið. Granskarar halda, at alkohol er orsøk til trý prosent av øllum bróstkrabbatilburðum í Evropa.

Kelda: www.cancer.dk