Ljóðar at Johnson ætlar at revsa BBC eftir valið

Konservativa stjórin boykottar BBC-sending og vil kanna, um tey skulu lata tey sum snýta við kringvarpsgaldi sleppa uttan revsing.

Eftir stóra valsigurin hjá teimum Konservativu í Bretlandi er tekin um, at Boris Johnson, forsætisráðharri, ger seg til reiðar at revsa almenna kringvarpið BBC.

Tað skrivar blaðið The Guardian í dag og vísir til keldur í Downing Street 10, sum er skrivstova forsætisráðharrans.

Stjórnin umhugsar, at tað í framtíðini ikki skal vera kriminelt at lata vera við at gjalda kringvarpsgjald. Tað hevur Robert Buckland, løgmálaráððharri, váttað, og ein kelda í Downing Street sigur við blaðið, at kringvarpsgjaldið »er í skotlinjuni«.

Tað kann sambært BBC kostað 200 milliónir pund, slakar 1,8 milliardir krónur, í mistum inntøkum.

Samstundis hevur forsætisráðharrin og fólk hansara valt at boykotta kjaksendingina hjá BBC, Today, á Radio 4, tí hon verður hildin at vera fíggindaliga sinnað mótvegis teimum konservativu.

Fleiri ráðharrar fingu boð um ikki at møta upp í gjár til sendingina hjá Today. Tað sama verður framyvir, sigur keldan við blaðið.

Guardian skrivar, at tað kann vera ein máti hjá stjórnini at sleppa undan at verða granskað frá óheftari síðu.

Aðalstjórin í BBC, Tony Hall, avísti fríggjadagin avgjørdur, at BBC skuldi hava ført ávís sjónarmið fram undir valstríðnum.

– Eg góðtaki ikki sjónarmiðið frá teimum kritikarum, sum taka nøkur fá dømi fyri at leggja okkum undir, at vit á ein ella annan hátt skulu hava tikið støðu frammanundan, skrivar hann í einum telduposti.

Skrivstovan hjá Boris Johnson vísir millum annað til, at ein av vertunum hjá BBC, Andrew Neil, gav Boris Johnson ein ordans umgang, tá hann noktaði at gera samrøðu undir valstríðnum. Tey vísa eisini á eina reportasju frá einum sjúkrahúsi, har ein smádrongur, sum var sjúklingur við lungnabruna, varð lagdur á gólvið í eini forstovu, tí sjúkrahúsið var fult.

Tað var uppfatað sum eitt antikonservativt álop.

Men tað eru ikki bara tey Konservativu, sum gremja seg um BBC. Tað hevur Labour eisini gjørt. Til dømis at BBC klipti burtur láturin hjá áskoðarunum undir einum láturverdari hending við Boris Johnson, og at BBC ókritiskt endurgav konservativar keldur undir valstríðnum.

 

/ritzau/