Løgmaður: Vit skulu halda páskir saman – á internetinum

– Tað letur seg væl gera, sigur løgmaður í eini óvanligari páskaheilsan til Føroya fólk

– Haldi fast og fylgi teimum tilmælum, sum eru.

Soleiðis ljóðar páskaheilsanin frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, til føroyingar.

Á tíðindafundi um korona í gjár vísir hann á, hvussu góðari støðu vit eru í við tað, at so fá fólk verða smittað.

Men hann sigur, at skal tann gongdin halda fram, verður tað neyðugt at vit halda fast til mælini um ikki at savnast í størri bólkum, og í mesta lagi skulu vit vera 10 fólk saman.  Men tað skulu vera minst tveir metrar ímillum hvørt fólk, bæði tá ið vit savnast í bólki og tá ið vit fara til handils, ella tá ið vit hittast úti á gøtuni.

Og so minnir hann eisini á, hvussu stóran týdning tað hevur at vit vaska okkum um hendurnar, bæði væl og ofta, og at vit hosta og njósa niður í ermuna, og ikki í hondina, ella út í luftina.

Tað er eisini neyðugt at hesar reglurnar eisini verða hildnar nú á páskum, leggur hann hann afturat.

Hann vísir á, at páskirnar er ein hugnalig høgtíð, har nógv brúka høvið til at savna familju vinir og kenningar til hugnaliga samveru.

Men skulu vit halda tilmælini frá myndugleikunum, letur hetta seg ikki gera hesa ferð, tí  hesi páskini má samveran vera øðrvísi.

Og tíbetur letur tað seg gera, sigur løgmaður. Hann sigur, at tað ber til at hittast á internetinum. Tað er øðrvísi, men tað letur seg væl gera, og tað følist næstan sum at vera saman í stovuni hjá hvørjum øðrum, legði hann afturat.

– Hugni tykkum – við frástøðu – so at vit verja okkum sjálvi, hvønn annan, og allar Føroyar, segði hann, áðrenn hann ynskti Føroya fólki einar gleðiligar páskir.

Hann sigur, at endamálið er framvegis at tálma smittuspjaðingina. Og kunnu vit hava eitt samfelag í Føroyum, sum virkar, so at vit kunnu hava eitt nøkunlunda vanligt lív, hóast vit eru avbyrgd frá umheiminum, er nógv vunnið, heldur hann.

Eisini Jenis av Rana, landsstýrismaður ynstki føroyingum einar gleðiligar páskir og bað okkum brúka høgtíðina til at hugsa um tað, páskini snúgva seg um.