Løgregla í Libanon jagstrar flýddar fangar

Fimm av tilsamans 69 fangum doyðu í eini ferðsluvanlukku stutt eftir, at teir flýddu. 44 eru framvegis leysir.

Løgreglufólk koma afutr í fongslið í Baabda í eystara partinum av Beirut við einum av flýddu fangunum. - Foto: Anwar Amro/Ritzau Scanpix

Løgreglufólk koma afutr í fongslið í Baabda í eystara partinum av Beirut við einum av flýddu fangunum. - Foto: Anwar Amro/Ritzau Scanpix

Ein størri politijagstran er í gongd í Libanon, har 44 fangar eru leysir effit eina hópflýggjan frá einum fangahúsið uttan fyri høvuðsstaðin, Beirut.

Tað upplýsir libanesisk løgregla.

Tilsamans kláraðu 69 fangar at flýggja úr fongslinum. Men fimm teirr doyðu, tá teir vóru í eini ferðsluvanlukku við einum stolnum bili, sum teir royndur at flýggja við.

Aðrir 15 eru tiknir aftur, og fýra aðrir hava meldað seg sjálvar. 44 eru eftirlýsir í løtuni.

– Ein mannjagstran er í gongd fyri at handtaka hinar fangarnar, sigur løgreglan, sum eisini heitir á borgarar í Beirut um at vera á varðhaldi.

Nógv løgreglufólk eru við í jagstranin eftir teimum 44 fiangunum, sum enn eru leysir.

Ghada Aoun, ákæri, hevur givið boð um eina kanning alt fyri eitt av, hvussu tað kundi bera til hjá fangunum at flýggja.

Hon sigur, at hon ikki vil útiloka, at tað hevur verið »samstarv millum fangarnar og trygdarvaktir, sum hava til uppgávu at halda fangarnar í fongsulsklivunum«.

Samstundis eru familja hjá fangunum svanað við fongslið, sum liggur í Baabda í eysturpartinum av Beirut.

Nøkur teirra biðja um at fáa boð um lagnuna hjá fangunum.

Onnur koma fyri at lata synirnar upp í hendurnar á løgregluni, sigur ein myndamaður frá tíðindastovuni AFP.

Ein teirra er Joumana Berjawi, sum er mamma ein 22 ára gamlan fanga. Sonurin flýddi úr fongslinum, har hann hevur verið varðhaldsfongslaður í eitt hálvt ár undir illgruna fyri drápsroiynd.

– Sonur mín var millum teir flýddu fangarnar, men eg lat hann aftur í hendurnar á løgregluni, sigur hon.

Umstøðurnar kring hópflýggjanina eru enn ógreiðar.

Men tað hendir samstundis, sum fangarnir hava biðið tingið um at loyva, at teir verða lætnir leysir fyri at sleppa undan koronusmittu.

Í Libanon búgva um 6,8 milliónir fólk, og har eru yvir 113.000 koronutilburðir í ár. Av teimum smittaðu eru 884 deyð.

Í eini roynd at steðga smittuspreiðingini hevur landsins stjórn sett í verk stongsul restina av mánaðinum.

/ritzau/AFP

 

 

Løgreglufólk koma afutr í fongslið í Baabda í eystara partinum av Beirut við einum av flýddu fangunum. - Foto: Anwar Amro/Ritzau Scanpix