Løgreglan ávarar fólk ímóti at lata seg misbrúka á internetinum

Løgreglan heitir á fólk um at vera serliga varin á internetinum í hesum tíðum

 

 

Í hesum døgum skulu fólk vera serliga varin við, hvat tey fáast við á internetinum. Tað sigur Løgreglan í Føroyum í eini ávaring á føroyingar í dag.

Tað eru nógv fólk, sum fylgja við á internetinum um korona og í tí sambandi hevur ein hópur av alskynd heimasíðum, facebook-bólkum og appum, stungið seg upp. Í nógvum av hesum verður heitt á fólk um at geva persónligar upplýsingar frá sær um sjúkuna. Sagt verður, at hetta er fyri at fáa greiði á, hvussu nógv fólk eru smittað.

Vit mæla frá, at tú tekur nakað niður av telduni, ella at tú meldar teg til nakað privat tiltak um korona. Vit mæla eisini frá, at tú upp á nakran máta letur upplýsingar um heilsustøðu tína frá tær, uttan í teimum førum, har tað eru teir almennum heilsumyndugleikarnir, sum biðja um tað, sigur løgreglan.

Tað er nevniliga eingin vissa fyri, at hesir upplýsingarnir eru í góðum hondum, ella at teir ikki verða  misbrúktir til onnur endamálm, sigur løgreglan.

Tey leggja afturat, at sum heild kunnu upplýsingarnir ikki brúkast til nakað sum helst, tí teir eru ikki fingnir til vega á vísindaligum grundarlagið, ella eftir vísindaligum forskriftum.

Herfyri ávaraði løgreglan í Danmark eisini ímóti at svikarar vóru farnir at gera sær dælt av støðuni og vóru farnir at senda fólki teldubrøv, sum skuldu eitast at vera frá heilsumyndugleikunum.

Í hesum teldubrøvum vórðu fólk biðin um at skriva brúkaranavn og loyniorð til netbankan, so at svikarar kundu stjala pengar frá fólki.

Løgreglan sigur, at fólk, sum fáa slík teldubrøv, skulu ikki lata tey upp, men tey skulu sletta tey. Myndugleikarnir siga, teir høvdu aldrin biðið fólk sent brúkaranavn og loyniorð á internetinum.

– Adressan er følsk og eitt, sum tað sæst á, er, at adressan endar við »net«, men heimasíðan hjá danska heilsustýrinum, endar við »dk«.

Men hevur tú skrivað brúkaranavn og loyniorð, er eitt at gera, og tað er at sperra kortið alt fyri eitt. Men eru pengar tiknir av kontuni, er at ringja til bankan, og til løgregluna, ljóðaði ávaringin.