Løgreglan drap neyðtøkubrotsmenn í India

Nógv komu saman fyri at fagna, at løgreglan í India hevði dripið fýra mans, sum vóru mistonktir fyri morð og neyðtøku.

Fýra mans, sum vóru mistonktir fyri at hava neyðtikið og dripið eina 27 ára gamla kvinnu, sum var djóralækni, vórðu fríggjamorgunin skotnir og dripinir av løgregluni.

Tað upplýsir indiska løgreglan.

Teir fýra menninir høvdu verið í varðhaldi hjá løgregluni í eina viku. Teir vórðu skotnir tíðliga um morgunin í sambandi við eina rekonstruktión.

Undir rekonstruktiónini royndu menninir eftir øllum at døma at rýma undan løgregluni.

– Teir vórðu dripnir í einum skotbardaga, tá teir royndu at taka vápn frá vaktarmonnunum, men vórðu skotnir og dripnir, sigur Prakash Reddy, varapolitikommiserur.

Menninir eru mistonktir fyri at hava neyðtikið og dripið eina kvinnu, áðrenn teir eftir øllum at døma brendu líkið. Teir skulu hava punkterað skutaran og síðani lokkað hana við lyfti um at umvæla hann.

Málið hevur ført til stór mótmæli ymsa staðni í India.

Tíðindini um at teir fýra eru dripnir hevur ført til fagna. Fleiri hundrað fólk komu saman nærindis staðnum, har menninir vórðu skotnir, fyri at fagna deyða teirra, millum annað við at skjóta fýrverk og kasta blómubløð yvir løgregluna.

Eisini familjan hjá kvinnuni fegnast um tilburðin.

– Tað eru tíggju dagar síðani, at dóttir mín doyði. Eg vil fegin takka løgregluni og stjórinin.

– Sálin hjá dóttir míni hevur fingið frið, sigur pápi hennara sambært tíðindastovuni ANI, skrivar tíðindastovan Reuters.

Nøkur mannarættindastríðsfólk eru tó atfinningarsom um handfaringina av málinum. Tey halda, at stjórnin roynir at snúgva sær undan at plasera ábyrgd.

Indiska løgreglan verður mangan løgd undir at drepa mistonkt fyri at sleppa undir rættarligu tilgongdini og fyri at verja miseydnað kanningararbeiði.

– Tað eigur als ikki at góðtakast.

– Løgreglan má setast til ábyrgd. Í staðin fyri at kanning og rættarsókn fremur staturin morð fyri at órógva almenningin og fyri at sleppa undan at plasera ábyrgd, sigur Vrinda Grover, sum er advokatur og mótmælisfólk.

Neyðtøka og kynsligur harðskapur ímóti kvinnu hevur verið serliga í brennideplinum í India síðani 2012. Tá varð ein 23 ára gomul kvinna um morgunin hópneyðtikin í einum bussi í indiska høvuðsstðanum, New Dehli. Kvinnan doyði seinni av skaðunum.

Í 2017 skrásetti løgreglan 33.658 neyðtøkumál í India, skrivar BBC.

/ritzau/AFP