Løgreglan fingið nógvar fráboðanir um veitslur i nátt

Skeinkistøð lukkaðu lítfalsliga tíðliga, men so hildu veitslurnar fram aðrastaðni

 

 

Tað er nógv, sum bendir á, at tilmælini frá myndugleikunum í sambandi við korona, sita alsamt leysari í hugaheiminum á fólki. Í hvussu so er á summum økjum, og í nátt hevur tað verið rættiliga nógv fólk í býnum.

Samstundis høvdu fleiri skeinkistøð eisini opið, men tey lukkaðu lutfalsliga tíðliga og nakað eftir midnátt var stongt.

Men tað merkti so, at veitslurnar hildu fram aðrastaðni og løgreglan sigur, at tey hava fingið rættiliga nógvar fráboðanir um veitslur, sum vóru  ymsastaðni, ofta heima hjá fólki sjálvum.

Løgreglan sigur, at hóast tilmælini frá myndugleikunum um korona, ikki vera vird, hava tey ikki heimild til at leggja upp í. Tískil fáa tey ikki gjørt annað í hesum enn at vera sjónlig á gøtunum og at tosa við tey fólk, tey hitta uttandura.

Annars siga tey, at tað hevur verið stak friðarligt

Tilmælini eru framvegis, at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, og at vit ikki skulu savnast í bólkum, sum eru størri enn 50 fólk.

Samstundis skulu matstovur, kaffistovur og skeinkistøð, lata aftur í seinasta lagi klokkan 22 um kvøldið.