Løgreglan í Teilandi hevur dripið hópdrápsmannin

Teilendskar trygdardeildir hava í morgun dripið ein hermann, sum hevði dripið 26 fólk.

Ein teilendskur hermaður, sum stóð handan hópdráp í gjár, varð skotin til deyða í morgun.

– Nú er tað yvirstaðið, sigur Chakthip Chaijinda, løgregluovasti, við tíðindafólk sambært tíðindastovuni dpa.

Teilendski forsætisráðharrin upplýsir sambært tíðndastovuni Reuters, at 26 fólk eru deyð, meðan 57 onnur eru særd. Fyrr í morgun hoyrdust skot og spreingingar inann úr handilsmiðstøðini Terminal 21 í Nakhon Ratchasima, eisini kend sum Korat.

Illgerðarmaðurin hevði víðgyrt seg í miðstøðini síðani seinnapartin í gjár.

Korat liggur umleið 260 kilometrar úr høvuðsstaðnum Bangkok.

Longu seint seinnapartin í gjár lokala tíð upplýstu myndugleikarnirí Teilandi, at ein hermaður hevði latið skot av og dripið minst 20 fólk.

– Vit vita ikki, hví hann hevur gjørt hetta. Tað tykist, at hann er frá sær sjálvum, segði talsmaður fyri teilendsla verjumálaráðið Kongcheep Tantrawanit í morgun lokala tíð sambært tíðindastovuna Reuters.

Í gjárkvøldið løgdu løgregla og hermenn á handilsmiðstøðina og hjálptu hundraðtals fólkum at flýggja. Myndir frá sjónvarpi á staðnum vísa nógv fólk koma rennandi úr handilsmiðstøðini. Fólkini koma út í bólkum, nøkur við børnum, meðan onnur hjálptu eldri at koma út.

Miðlar á staðnum hava víst upptøkur, sum vísa hermenn, sum komu út úr einum bili framman fyri handilsmiðstøðina og lata skot av, meðan ræðslusligin fólk renna burtur.

Løgreglan sigur, at tann 32 ára gamli Jakrapanth Thomma, sum er eyðkendur sum illgerðarmaðurin, fyrr á degnum hevði skrivað á Facebook-vanga sín, at »eingin sleppur undan at doyggja«.

Hann hevði samstundis lagt út eina mynd av sær við handvápnum.

Ta einu løtuni, eftir at hann var farin at skjóta, skrivaði hann: »Skal eg gevast?«, áðrenn vangin hjá honum var stongdur.

Sambært dpa skjeyt og drap Jakrapanth Thomma fyrst ovasta sín, áðrenn hann stjól vápn og bil frá eini herstøð.

Undir flýggjanini skeyt og drap hann fleiri fólk, áðrenn hann gjørdist sansaleysur inni í handilsmiðstøðini.

Tann 32 ára gamli sersjanturin hevði eftir øllum at døma havt eina ósemju um pengar við yvirmann sín.

/ritzau/