Løgreglan leitar eftir hesum manninum

Ein maður er eftirlýstur í sambandi við bumbuálopið á Norðurbrúgv í nátt

Hetta er maðurin, sum er eftirlýstur

Hetta er maðurin, sum er eftirlýstur

Klokkan 3:14 leygarnáttina brast ein bumba við løgreglustøðina á Hermodsgade á Norðurbrúgv í Keypmannahavn. Sambært løgregluni í Keypmannahavn fekk eingin skaða. 

Løgreglan eftirlýsir í hesum sambandi ein mann, sum varð sæddur renna frá staðnum, tá bumban brast. Hann verður mettur at vera millum 15 og 25 ára gamal og 170-180 cm høgur. Maðurin var í myrkum klæðum og ljósum skóm, hann hevði hettu á høvdinum og ongar handskar.  Men í hondini hevði hann ein svartan posa, sum løgreglan er sera áhugað í at hoyra nærri um.

Í dag deildi løgreglan í Keypmannahavn nakrar myndir av hesum manninum, sum tey vænta er gerningsmaðurin.

##med2##

Løgreglan vil fegin hoyra frá vitnum, og higartil hava fleiri enn 50 borgarar vent sær til donsku løgregluna í sambandi við bumbuna á Norðurbrúgv.

Hetta er seinna bumbuálopið móti einum almennum bygningi í Keypmannahavn innan fyri bara tríggjar dagar. Seinasta hálva árið eru í alt níggju bumbur brostnar í Keypmannahavn. Ein serbólkur hjá løgregluni kannar málið, og PET fylgir væl við.

Hetta er maðurin, sum er eftirlýstur

Bumba brast á Hermodsgade á Norðurbrúgv (Mynd: Philip Davali © Scanpix)