Løgreglan merkir ikki nógv til koronuferðsluna

Mynd: Landssjúkrahúsið

Mynd: Landssjúkrahúsið

Hóast bíðirøirnar til koronukanningarnar í Havn hava verið rættiliga langar seinastu dagarnar, so er hetta ikki ein stórvegis trupulleiki fyri ferðsluna, og løgreglan hevur ikki merkt nógv til, at óskil hevur verið orsakað av nógvu bilunum.

Í gjár lat nýggi kanningardepilin upp á Eiragarði, og um eitt mundi strekti bíðirøðin seg allan vegin eftir Frælsinum, Landavegnum, Heygsvegi, Velbastaðvegi og oman aftur á Frælsið. Men bíðirøðirnar loysa seg sjálvar, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, og ger greitt, at tað hevur ikki verið tørvur á stórvegis uppíblandi frá løgregluni higartil.

Onkur hevði kortini ringt eftir løgregluni, tá kanningarnar vórðu gjørdar á Landssjúkrahúsinum, og bíðirøðin gekk niðan eftir Velbastaðvegnum, sigur vakthavandi, men yvirhøvur háttar bíðirøðin seg væl, og bilarnir skipa seg soleiðis, at ferðslan sum mest gongur ótarnað av bíðirøðini.

Mynd: Landssjúkrahúsið