Løgreglan sigur fleiri eru særd á London Bridge

Scotland Yard váttar, at løgreglan er farin út til eitt kníválop á London Bridge. Boðað verður frá fleiri særdum.

(Photo by Ben STANSALL / AFP)

(Photo by Ben STANSALL / AFP)

Fleiri fólk hava fingið skaða í samband við eitt kníválop á London Bridge seinnapartin í dag.

Brúgvin er stongd í sambandi við hendingina, skriva fleiri bretskri miðlar.

Scotland Yard váttar sambært The Guardian, at løgreglan er farin út til eitt kníválop.

– Løgreglan er boðsend til ein kníválop nærindis London Bridge klokkan 13:58, verður sagt í boðum á Twitter.

Í tí sambandi er ein maður handtikin, sum verður hildin at vera illgerðarmaðurin.

Fleiri bretskir miðlar skriva, at ein persónur var skotin av løgregluni í sambandi við hendingina. Tað er tó ikki alemnt váttað enn.

Sky News sigur frá eini spreinging við Borough Market. Hesini boðini eru síðani tikin aftur.

Borough Market er tó avsperrað, tá fráboðanir hava verið um, at tann mistonkti eisini varð sæddur har.

Sjúkrabilatænastan í London upplýsir, at hon viðgerð málið sum »stór hending«.

Á sjónbandaupptøkum frá hendingini sæst, hvussu løgreglan og sivilfólk royna at taka illgerðarmannin av fótum. Á upptøkunum hoyrist eisini nakað sum ljóðar sum at skot verður latið av.

Sambært The Guardian vátta keldur, at mistonkti er raktur av skotum frá løgregluni.

Blaðið skrivar samstundis, at hjá fleiri av teimum særdu er støðan álvarsom.

 

/ritzau/

(Photo by Ben STANSALL / AFP)