Løgreglumenn skuldsettir fyri harðskap ímóti 75 ára gomul

Tveir løgreglumenn, sum eru sagdir úr starvi í statinum Buffalo í New York, eru skuldsettir fyri teirra viðferð av einum eldri mótmælismanni.

75 ára gamli mótmælarin, Martin Gugino, liggur bløðandi á vegnum hósdagin, eftir at hann varð skumpaður av løgregluni, so hann datt. - Foto: Jamie Quinn/Reuters

75 ára gamli mótmælarin, Martin Gugino, liggur bløðandi á vegnum hósdagin, eftir at hann varð skumpaður av løgregluni, so hann datt. - Foto: Jamie Quinn/Reuters

Tveir løgreglumenn, sum skumpaðu ein eldri mann, so hann datt, við eitt mótmælistiltak hósdagin, verða nú skuldsettir fyri harðskap.

Tað upplýsir ákærumyndugleikin sambært tíðindastovuni AP og netmiðlinum Huggington Post.

Báðir løgreglumenninir nokta seg seka í skuldsetingini, skrivar Huffington Post.

Tann 75 ára gamli maðurin, sum varð skumpaður av løgreglumonnunum, varð innlagdur við skaða í høvdinum. Hendingin varð filmað av einum lokalum fjølmiðli og hevur verið nógv sædd á netinum, har brotið er víst yvir 78 milliónir ferðir.

Á upptøkunum sæst maðurin – Martin Gugino – ganga fram ímóti løgreglumonnunum, sum skumpa hann, so hann dettur aftureftir og slær høvdið í.

Hann er nú eftir øllum at døma innlagdur á intensiva deild á einum sjúkrahúsi, skrivar tíðindastovan Reuters.

Frágreiðingin hjá løgregluni var í fyrstu syftu, at maðurin var dottin, men videoupptøkan av staðnum vísir nakað annað.

Mótmælistiltakið var ein partur av heimsumfatandi mótmælum ímóti løgregluharðskapi og rasismu í sambandi við at svartir maðurin George Floyds doyði í politivarðhaldi í Minnesota.

Teir báðir løgreglumenninir í New York vóru beint eftir sagdir úr starvi uttan løn, meðan sakin verður kannað.

Tað hevur fingið 57 løgreglumenn úr Buffalo at siga seg úr starvi hjá ófriðardeildini hjá løgregluni í samkenslu við uppsøgdu starvsfelagarnar.

Borgarstjórin í New York, Andrew Cuomo, hevurn átalað hendingina.

– Hendan hendingin er fullkomiliga órættvís og ein skandala. Løgreglumenn skulu handheva – ikki misnýta – lógina, skrivaði hann á Twitter.

Borgarstjórin í Buffalo, Byron Brown, sigur, at hann ikki hevur biðið um, at teir báðir løgreglumenninir verða sagdir úr starvi.

– Tað er ógvuliga umráðandi, at løgreglumenninir vita, at teir fáa eina rættvísa viðgerð, sigur Brown.

Hann leggur afturat, at sambært upplýsingum frá myndugleikunum var Gugino ein »agitator«, sum elvdi til ófrið.

Staturin New York hevur upplivað fleiri dømi, har ein annars friðarlig mótmælisgonga er endað við herverki og raningum, tá myrkrið hevur lagt seg.

/ritzau/

 

 

 

 

75 ára gamli mótmælarin, Martin Gugino, liggur bløðandi á vegnum hósdagin, eftir at hann varð skumpaður av løgregluni, so hann datt. - Foto: Jamie Quinn/Reuters