Løkke vil røkka 15.000 føroyingum í Danmark

»Eg skilji føroyskt, men eg tosi ikki føroyskt«, segði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, á føroyskum, tá hann byrjaði kjakfundin, sum var hildin í Østrøm klokkan 14.

Myndir: Álvur Haraldsen

Myndir: Álvur Haraldsen

Tað er Venstre í Danmark, sum skipar fyri fundinum, sum var ein almennur fundur. Venstre er systurflokkur hjá Sambandsflokkinum, og tí vóru nógv valevni og fólk úr Sambandsflokkinum á fundinum.

Eitt av endamálinum við at hava so nógv fokus á Føroyar í valstríðnum er eisini at røkka teimum 15.000 føroysku atkvøðunum, sum eru í Danmark.

Á fundinum greiddi forsætisráðharrin frá ymsum málum, sum eru loyst og um samstarvið, sum hevur verið við føroysku fólkatingslimirnar.

##med2##

Ítøkiliga segði hann, at ferð nú er sett á arbeiðið at víðka um uttanríkispolitisku heimildirnar hjá Føroyum og Grønnlandi.

– Eg skilji væl ynskið úr Føroyum og Grønlandi um at fáa víðari heimildir á økinum, segði hann.

Lars Løkke Rasmussen segði seg eisini virða ymsu áskoðanirnar, sum eru um ríkisfelagsskapin í Føroyum og í Grønland.

– Eg kenni sera væl hesar áskoðanir og veit sera væl hvat tær snúgva seg um. Men tað rínir ikki við mína støðu til ríkisfelagsskapin, tí eg eri fyri ríkisfelagsskapinum. Og so leingi, sum vit eru í ríkisfelagsskapi, so skulu vit røkja hann, segði Lars Løkke Rasmussen.

##med3##

Eftir fundin hitti forsætisráðharrin fjølmiðlarnar uttanfyri. Nógv tíðindafólk úr Danmark vóru á fundinum, báðar tær stóru sjónvarpsrásirnar, DR og TV2 vóru har og fólk frá fleiri av bløðunum.

– Summi siga, at eg leggi meg út í føroyska valstríðið. Tað veit eg ikki, um eg geri. Men valstríðið er í øllum ríkinum, so hetta er eitt felags valstríð, segði hann.

##med4##

Lars Løkke Rasmussen duldi ikki fyri, at hann ætlar sær at halda fram sum forsætisráðharri, og at hann tí fegin sær, at tvey umboð verða vald úr Føroyum, sum peika á seg sum forsætisráðharra.

– Men tað snýr seg eisini um tær 15.000 føroysku atkvøðurnar, sum eru í Danmark, segði Lars Løkke Rasmussen.

##med5##

##med6##

Myndir: Álvur Haraldsen