Lótu grind fara aftur til havs í gjár - heilar tríggjar ferðir

Undir korona-kreppuni sleppa vit ikki at drepa grind

 

 

Heilar tríggjar ferðir í gjár varð boðað frá grind, men tær fóru allar aftur til havs, uttan nakra sum helst roynd at reka tær til lands og halda teimum til.

Fyrsta fráboðanin kom klokkan 13 í gjár, tá ið boðað varð frá grind út fyri Rituvík.

Tað vóru fleiri, sum ringdu at boða frá tí sama, men summi av teimum hildu, at talan var um ein bólk av springarum, men onnur hildu, at talan var um grind.

Klokkan 15 í gjár varð boðað frá grind út fyri Hoyvík og klokkan19 í gjárkvøldið varð boðað frá, at ein bólkur av springarum var á veg norður ígjøgnum Sundalagið.

Men løgreglan sigur, at í øllum trimum førum gjørdu sýslumenninir av, at grindirnar  og springararnir skulu fáa frið, og tað vóru tað nøkur, sum vóru rættiliga misnøgd við.

Sýslumenninir hava nevniliga gjørt av, at so leingi korona-kreppan herjar, og frælsið at virka er skert fyri at forða fyri smittuspjaðing, verður eingin grind hildin til.

Tilmælini í sambandi við korona, er, at vit skulu vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum, og vit skulu í mesta lagi vera 50 fólk saman í bólki.

Og við Sosialin herfyri staðfestu teir, at tað eru tilmæli, tað er ómøguligt at halda í einum grindadrápi og tí eru sýslumenninir samdir um, at so leingi tey standa við, verður eingin grind dripin.

Og Ólavur Sjúrðarnberg, formaður í Grindamannafelagnum, hevur eisini boðað frá í Sosialinum, at hetta er ein avgerð, Grindamannafelagið tekur undir við.