Lummabøkur Darwin's ivaleyst stolnar

Cambridge váttar, at lummabøkurnar hava verið horvnar í 20 ár

Mynd: Cambridge University Library

Mynd: Cambridge University Library

Bókasavnið á Cambridge university í Onglandi boðar nú frá, at tvær lummabøkur hjá Charles Darwin hava ivaleyst verið horvnar í 20 ár.

Lummabøkurnar, ið Darwin nýtti sum skriviblokk, og sum hann noteraði sínar upprunaligu tankar um millum annað menningarlæru og "lívsins træ" í, verða mettar at hava eitt virði á fleiri milliónir, umframt sjálvsagda søguliga virðið.

Eingin hevur sæð lummabøkurnar, síðan tær vórðu tiknar úr goymsluni í november í 2000, tí tær skuldu avmyndast, skrivar BBC.

Tað var ikki fyrr enn tveir mánaðir seinni, undir fastari eftirlitsferð, at onkur varnaðist, at lummabøkurnar vóru burtur.

Hildið varð upprunaliga, at onkur mundi havt sett bøkurnar aftur á skeivt pláss, men eftir fleiri gjøllar leitingar, staðfestir bókasavnið, at tær eru ikki á goymsluni.

Tað er kanska ikki so løgið, at tað hevur tikið sína tíð at staðfesta, at bøkurnar ikki eru á goymslu. Bókasavnið í Cambridge hevur samanlagt 200 kilometrar av hillum, sum húsa umleið 10 milliónum manuskriptum og øðrum.

Jennifer Gardner, doktari, sum er bókavørður á Cambridge university, sigur við BBC, at lummabøkurnar eru ivaleyst stolnar, og at løgreglan hevur fingið boð um bøkurnar.

Sambært BBC hevur løgreglan eisini lagt lummabøkurnar aftrat listanum hjá Interpol yvir horvin listaverk.

##med2##

Mynd: Cambridge University Library

Darwin hevði skitsað "lívsins træ" í aðra bókina - ein ímynd av menningarlæruni, ið hann menti seinni