Lutaíbúðir í Tórshavnar kommunu

Vágs kommuna er farin í eitt slóðbrótandi samstarv, har teir hava klára at projektera 6 lutaíbúðir til borgarar sínar. Sera flott. Hettar er júst tað vit so ofta hava tosa um kundi verði ein góð loysn, at komi bústaðartrupulleikunum í okkara kommunu til lívs. Lutaíbúðir er ein góð, ódýr, kollektiv loysn, har lutaeigararnir fáa ein tryggan bústað. Tú betalur eina lutfallsliga lítla upphædd fyri ognarrættin til íbúðina, og so er eitt fast mánaðargjald sum dekkar alt viðlíkahald og forbrúk.

Tørvurin á bústøðum í okkara kommunu er alstórur bæði á bygd og í bý. Og brúk er fyri eisini at hugsa alternativar byggihættir, fyri at geva so nógvum sum gjørligt møguleikan at sita trygt í egnum heimi. Lutaíbúðir er júst ein tílíkur háttur.

Tórshavnar kommuna eigur sum skjótast at byrja uppá líknandi verkætlan, har eitt samstarv við Bústaðir og byggivirki kann fáast í lag, og grundøki setast av til ætlanina. Hesin byggiháttur er líka vælegnaður á bygd og í bý, so vit kunnu hyggja breitt í kommununi, hvar tílíkt byggjarí kann staðsetast.

Í nýggju fíggjarætlanini fyri 2021 hjá Tórshavnar kommunu stendur ikki eitt orð um menning av bústaðarmøguleikum, hóast marknaðurin skríggjar eftir loysnum á bústaðarneyðini.

Eg vil gjarna arbeiði fyri, at vit fáa alternativar loysnir til bústaðarneyðina, so øll kunnu fáa møguleikan at ogna sær eitt trygt heim. Lutaíbúðir er absolut ein av loysnunum.

Set X við Niels á Reynatúgvu, valevni fyri Javnaðarflokkin til býráðið.