Maður handtikin fyri kníválop í Haag

Ein 35 ára gamal maður er handtikin efitr kníválopið í gjár, upplýsir hollendska løgreglan.

Hollendska løgreglan hevur handtikið ein 35 ára gamla mann fyri kníválop í Haag í gjárkvøldið, har tríggir tannáringar vórðu særdir.

– Maðurin hevur ongan fastan bústað. Hann verður førur á eina politistøð, har hann verður avhoyrdur, skrivar løgreglan á Twitter í kvøld.

Ein 13 ára gamla drongur og tvær 15 ara gamlar gentur vórðu stungin niður í álopinum, sum varð framt við Grote Marktstraat, sum er eitt stórt handilsøki mitt í býnum.

Haag er við síni góðari millión fólkum triðstørsti býur í Hollandi.

Tey trý særdu ungu fólki vórðu send á sjúkrahúsið, men longu seinni í gjárkvldið vórðu tey útskrivað aftur. Tey kendu ikki hvønn annan.

Løgreglan hevur einki sagt um, hvat motið hjá manninum m undi vera. Tað verður nú kanna, segði løgreglan í gjárkvøldið.

Nógv fólk vóru í gjár í Grote Marktstraat, har tey leitaðu eftir góðum tilboðum í sambandi við Black Friday. Myndir frá staðnum vístu kundar, sum í panikki runnu frá staðnum.

Áloiðð hendi fáar tímar eftir, at tveir persónar vórðu dripnir í kníválopið í miðbýnum í London í Onglandi.

Maðurin, sum er mistonktur fyri at hava framt illgerðina, ein 28 ára gamal maður, varð tikin av fótum av fólkið, sum komu framvið og skotin av løgregluni.

 

/ritzau/Reuters

@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: Calibri; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }