Málrættað útbúgvingarøki

Sum einasta kvinnuliga valevni fyri Tjóðveldi, búsitandi í Eysturoy, vil eg siga mína áskoðan um nakrar manglar í føroysku útbúgvingarskipanini. Eg tosi serliga um útbúgving, ið er rættað til  eldraøkið, men sama støða er galdandi innan eitt nú dagstovnaøkið og heilsuøkið.

 

Hóast tað longu í 80´inum manglaðu námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, og politikarar javnan fingu og enn fáa róp um, at tað var tørvur á fleiri lestrarplássum, so hendir tað ikki. Útbúgvingarskipanin tryggjar ikki nóg nógv lestrarpláss til henda starvsbólk. Í dag mangla áleið 400 námsfrøðingar á dagstovnaøkinum.

 

Somuleiðis vísa hagtøl, at eldraøkið kemur at veksa munandi komandi 20 árini. Tað er longu eyðsæð, at eldraøkið manglar útbúgvin starvsfólk, og henda avbjóðing verður alsamt veksandi komandi árini.

 

Tað gongur so væl í Føroyum í dag, at øll økir hava torført við at fáa mannað øll størv. Hetta merkist eisini á eldraøkinum og á dagstovnaøkinum, men tað er ikki henda avbjóðing eg tosið um í hesi grein. Tað eg tosi um, er at tað manglar starvsfólk, ið hava útbúgving. Tað er eitt nú rættuliga torført at fáa nokk heilsuhjálparar og onnur fakfólk á Eldraøkið, og sama skil er galdandi á eitt nú dagstovnaøkinum og á heilsuøkinum.  

 

Tað er her at útbúgvingarskipanin hevur manglar, og ikki tekur ábyrgd í mun til menningina í samfelagnum. Tað eru ov fá lestrarpláss til “heitu útbúgvingarnar”, bæði tær stytru útbúgvingarnar og tær longru útbúgvingarnar. Taka vit eitt nú Heilsuskúlan í Suðuroy, so nøktar skúlin ikki eftirspurningin í samfelagnum. Skúlin tekur heilsuhjálpararnæmingar inn tvær fer um árið, ið er alt ov lítið til veksandi eftirspurningin. Eisini er júst hesin skúlaskapur ov lítið liðiligur. Politisk hevur mann valt at leggja Heilsuskúlan í Suðuroy, og alt gott um tað, men tað er ein sannroynd, at nógv fólk velja hesa útbúgving frá, tí tað heilt einfalt er ein ov stór avbjóðing fyri familjur at flyta seg frá egnum bústaði, eitt nú úr Eysturoynni og Norðoyggjum. Tað er tørvur á, at víðka útbúgvingarmøguleikarnar á Heilsuskúlanum, so fólk kunnu taka útbúgvingar, uttan at verða noydd at fara til Suðuroyar. Um tað ikki ber til at fáa politiska semju, um at hava eina undirvísingar deild í eitt nú Eysturoynni, so eigur í minsta lagi møguleiki verða fyri, at fólk kunna taka útbúgvingina sum fjarlestur. Hesum havi eg áhuga at stríðast fyri.

 

Kristina Toftegaard Larsen, valevni hjá Tjóðveldi.

www.kristinatjodveldi.com