Malta noktar at geva ríkmanni órin í journalistmorði

Ein handilsmaður á Malta, sum er høvuðsmistonktur í einum máli um morðið á ein journalist í 2017, fær ikki órin, immunitet.

Stjórnin á Malta hevur ikki ætlað sær at geva høvuðsmistonkta í einum máli um morðið á ein journalist í 2017 órin.

Tað upplýsir forsætisráðharrin, Jesph Muscat, í dag eftir ein drúgvan stjórnarfund. Sambært tíðindastovuni Reuters byrjaði fundurin klokkan átta í gjárkvølidið og endaði stutt fyri klokkan trý í nátt.

Muscat leggur dent á, at hann hevur ætlað sær at vera sitandi, til kanningin er liðug. Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.

Ríkmaðurin Yorgen Fenech, sum er ein av fremstu handilsmonnunum á Malta, varð handtikin í síðstu viku.

Hann er høvuðsmistonkti í málinum um eitt morð á ein journalst í 2017.

Yorgen Fenech hevði boðið sær at siga alt, sum hann veit um málið, um hann afturfyri fekk órin, immunitet, frá at vera rættarsøktur.

Men millum annað eftir áheitan frá ríkisadvokatinum og løgregluovastanum á Malta vísti stjórnin hesum ynski frá sær.

Fyrr í vikuni legði starvsfólkaleiðarin í stjórnini, Keith Schembri, frá sær. Dagin eftir varð hann handtikin í sambandi við kanningarnar.

53 ára gamla Daphne Caruna Galizia, sum millum annað skrivaði um mutur, varð myrd av eini bilbumbu nærindis høvuðstanum á Malta, Valetta, í oktober í 2017.

Tríggir mans, sum eru mistonktir fyri at hava framt álopið, vórðu handtiknir í desember í 2017. Myndugleikarnir hava tó ikki verið førir fyri at greiða, hvør skipaði fyri morðinum.

Í vikuni hevur gongdin í málinum fingið stjórnina á Malta at hokna.

Umframt starvsfólkastjóran Keith Schembri boðaði ráðharrin fyri ferðavinnu, Konrad Mizzi, týsdagin frá, at hann fór úr stjórnini. Mizzi er millum teir valdshavarar, sum Dapne Caruna Galizia skrivaði kritiskt um.

Búskaparráðharrin, Christian Cardona, hevur gjørt av at fara úr stjórnini, til kanningararbeiðið er endað.

 

/ritzau/AFP