Mamma John McCain deyð 108 ára gomul

Roberta McCain, sum hjálpti soninum at føra valstríð ímóti Obama í 2008, er deyð 108 ára gomul.

Roberta McCain, sum er mamma fyrrverandi amerikanska senatorin, John McCain, sála, er deyð 108 ára gomul.

Tað skrivar verdóttir hennara og einkja eftir John McCain, Cindy McCain, á Twitter.

– Tað er við stórari sorg, at eg má boða frá, at yndisliga vermóðir mín, Roberta McCain er deyð, skrivar Cindy McCain.

– Eg kundi ikki havt ynskt mær eina betri fyrimynd ella betri vinkonu. Hon er nú saman við manni sínum, Jack, soninum John og dóttrini Sandy, skrivar Cindy McCain.

Republikanski senatorurin og fyrrverandi forsetavalevni John McCain doyð í august í 2018 81 ára gamal.

Tá hevði hann í longri tíð verið í viðgerð fyri krabbamein í heilanum.

Tá John McCain í 2008 var forsetavalevni fyri Republikanararnar, sum stríddist um hægsta embæti í USA ímoti demokratinum Barack Obama, stuðlaði 96 ára gamla mamman honum í valstríðnum.

Tað gjørdi hon ikki, tá hann í 2000 fyri fyrstu ferð – uttan eydnu – royndi at gerast forsetavalevni.

Ta ferðina segði hon sambært Washington Post at hon »onganíð hevði hildið, at hann vór at verða valdur, og var tí líka glað við, um hann varð tað«.

– Eg metti ikki, at hann hevði nóg nógvar pengar, var nóg dugnaligur, nóg mikið av nøkrum, segði hon sambært blaðnum ta ferðina.

Átta ár seinni broytti hon hugsan og hjálpti honum í valstríðnum, tá hann varð valdur sum forsetavalevni fyri Republikanararnar.

/ritzau/