Mannarættindaeftirlit í eygsjón

Seinstu dagarnar hevur nakað av kjaki verið um mannarættindi í Føroyum og arbeiðið at seta á stovn eina funktión at hava eftirlit við mannarættindum. Nakrar týðandi nágreiningar mangla fyri at orðaskiftið skal vera so munagott, sum til ber.

Mannarættindanevndin hjá ST hevur mælt Føroyum til at skipa stovn, sum skal hava eftirlit við mannarættindum. Seinasta tilmælið um at skipa ein tílíkan stovn fekk landsstýrið í 2016 í sambandi við eina ST-hoyring um mannarættindastøðuna í Føroyum. Skamt eftir hoyringina varð ein arbeiðsbólkur settur at gera landsstýrinum tilmæli um, hvussu óheft mannarættindaeftirlit kann skipast í Føroyum.

Heldur enn at skipa ein nýggjan almennan stovn at hava eftirlit við, at Føroyar halda sínar altjóða skyldur viðvíkjandi mannarættindum, varð mælt til at skipa eina eind, ið skal leggjast saman við einum myndugleika, sum varðar av málum við tilknýti at mannarættindaøkinum. T.d. Føroya Kærustovnur, Løgtingsins umboðsmaður, Javnstøðunevndin ella Fróðskaparsetrið.

Undirtøka er fyri tilmælinum, og í samráð við løgmann havi eg tikið stig til, at Mannarættindaeindin nú er partur av ætlanunum í sambandi við at endurskoða bygnaðin í Føroya Kærustovni. Fortreytirnar fyri at lyfta uppgávuna at hava eftirlit við mannarættindaøkinum í Føroyum eru m.a. nøktandi játtan, eitt fakligt umhvørvi og ein neyv virksemislýsing. Tað er ikki løtuverk at fíggja og skipa eina so breiða og fakliga funktión. Enn er ilt at siga, júst nær tað ber á mál, men tilmælið frá ST verður tikið í álvara og arbeitt verður miðvíst við at skipa mannarættindaeindina í Føroyum.  

Inn til ta tíð eiga føroyingar kortini ikki at stúra, tí bæði almennir myndugleikar og dómsvaldið eiga við støði í galdandi lóggávu – sum eisini fevnir um evropeiska mannarættindasáttmálan – at tryggja borgarum grundleggjandi mannarættindi og rættartrygd. Men vit vita, at mannarættindi ikki eru vunnin av sær sjálvum. Tey kunnu vera viðbrekin og mugu ongantíð takast fyri givið. Tí er tað okkara skylda at taka øll neyðug stig fyri at tryggja, at mannarættindabrot ikki henda í Føroyum. Júst tí skal tað gerast við skili. Ikki í skundi.

 

Poul Michelsen

landsstýrismaður