Margháttligi tíðindafundurin hjá Trump-advokati vekir ans

Tað var svørt væta, sum fekk uppmerksemið, tá advokaturin hjá Trump-advokatur herdi á við ákærum um valsvik.

Persónligi advokaturin hjá Trump, fyrrverandi New York borgarstjórin, Rudy Giuliani, stríddist í gjár uttan eydnu at turka eina svarta vætu av andlitinum, tá hann á tíðindafundi endurtók pástandi hjá Trump um valsvik. - Foto: Jonathan Ernst/

Persónligu advokaturin hjá amerikanska forestanum, Rudy Giuliani, royndi á einum tíðindafundi í gjár at tveita meira bensin á bálið, sum Trump stríðist fyri at halda logandi við pástandum um valskvik á forsetavalinum.

Men hyggjarar vóru meira órógvaðir av tí drama, sum lýsti úr andliti hansara. Tað skrivar The Guardian.

Giuliani helt uppá á tíðindafundinum, at republikanskir valeygleiðarar vóru hildnir so langt burtur frá atkvøðuuppteljingini í Philadelphia, sum er tann størsti býurin í statinum Pennsylvania, at teir í veruleikanum ikki kundu halda eyga við nøkrum.

Pástandin um grovt valsvik í Pennsylvanina, sum í síðsta enda gav Demokratinum Joe Biden fyrimun, var júst avvístur av einum dómstóli dagin fyri.

Hóast tær markantu og ódokumentarðu pástandirnar, sum vóru settir fram á tíðindafundinum, var tað heldur Giuliani sjálvan, sum fólk løgdu merki til.

Tì meðan Giuliani stóð framman fyri tíðindafólkunum, stríðsta hann uttan eydnu at turka eina svarta vesku, sum rann niður eftir kinnunum, burtur frá andlitinum.

Á ljóðsíðuni av sjónvarpaða tíðindafundinum, kundu hoyrast persónar siga:

»Hoyrir tú okkum á livestreaminum?« og síðani at »hárliturin hjá Rudy dryppar niður í andlitið«.

Tann løgna støðan hevur vakt ans í miðlunum og á sosialu miðlunum, eins og at støðan er tikin upp í amerikanskum talk-showum sum »The Tonight Show« og »Late Night«.

Meðan mong grína eftir støðuni, so vísa onnur á, at pástandir um valsvik eru vandamiklir fyri USA. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

Tey atfinningarsomu halda, at tað kann fáa álvarsamar avleiðingar fyri nationalu trygdina hjá USA og stríðið ímóti koronuvirusinum, at Donald Trump ikki vil viðurkenna valósigurin.

Millum annað tí at liðið hjá Joe Biden, sum skal taka yvir, ikki fær loyniligar fregnartænastuupplýsingar, sum ein komandi forseti vanliga fær millum valið og innsetanina.

/ritzau/