Marin Katrina Frýdal stillar upp fyri Tjóðveldi

 

 

At styrkja og menna føroyska málið og føroyska mentan eru millum míni hjartamál, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Samferðsluviðurskifti, náttúru- og umhvørvispolitikkur og orkumál eru eisini evni, sum hava mín stóra áhuga. Loysnir á bústaðartrotinum, og ein skynsamur bústaðarpolitikkur, har alment og privat fáa sínar karmar lýstar at virka undir, er alneyðugt at fáa til politiska viðgerð sum skjótast, sigur Marin Katrin.

 

Marin Katrina er limur í Tórshavnar býráði, har hon situr sína fjórðu setu nú; verður hon vald á Føroya Løgting, fer hon tó at lata varamanninum býráðssessin. Sostatt er talan um valevni við sera drúgvum politiskum royndum úr høvuðsstaðarkommununi. Hon hevur eisini í býráðsarbeiðinum sýnt neyðuga dirvi til at tala at, har okkurt er galið, bæði politiskt og í fyrisitingini.

 

Sum royndur býráðspolitikari kennir Marin Katrina, um nakar, fullvæl til tær ábøtur, ið lóggávuvaldið, Føroya Løgting, eigur at arbeiða við í komandi valskeiði til tess at bøta um virkiskarmarnar hjá føroysku kommununum. Kreftir í samfelagnum royna í ávísum førum at seta kommunurnar og landið upp í móti hvør øðrum; hesum tekur Marin Katrina frástøðu til, tí sum hon sigur, - Landið og kommunurnar eru at meta sum eitt par í einum hjúnalagi; ið tørva hvønn annan til tess at fáa sum best burtur úr fyri Føroya fólk”.

 

Eitt av hjartamálum hennara er, at vit føroyingar mugu gevast við at seta miðstaðar- og útjaðaraøkini upp í móti hvør øðrum; Føroyar eru bæði, og vit føroyingar eru øll í sama báti. Tann veruliga avbjóðingin kemur uttan úr heimi, og hana mugu vit handfara í felag. Einar frælsar, frílyntar, samhaldsfastar og rúmsáttar Føroyar, har vit kenna ábyrgd hvør móti øðrum, er hennara visjón!

 

Marin Katrina Frýdal er 58 ára gomul og ættað av Velbastað. Seinastu gott 26 árini hevur hon búð í Hoydølum og er tí vorðin hoyvíkingur við lít og trúfastur H71ari. Marin Katrina er útbúgvin innan tóvirkishandverk, hevur diplomútbúgving innan almenna fyrisiting og er bachelorur í stjórnmálafrøði.
Marin Katrina arbeiddi í síni tíð á Prísráði Føroya, tey sváru kreppuárini í 1990-árunum var hon pantifúti á Føroya Gjaldstovu. Seinni hevur hon starvast sum fulltrúi innan sosiala økið, bæði hjá Tórshavnar kommunu og hjá Nærverkinum/Almannaverkinum. Í dag er hon fulltrúi á Infrakervisdeildini hjá Landsverki, ið fæst við samferðsluviðurskiftini.