Marin Katrina hevur fingið korona-smittu

- Bæði maðurin og eg eru í sóttarhaldi heima við hús, tí vit hava bæði fingið korona, sigur býráðslimurin í Tórshavnar kommunu.

´

- Vit hava ongantíð verið bangin, nú bæði maðurin og eg hava korona-smittu, sigur Marin Katrina Frýdal.

- Vit hava ongantíð verið bangin, nú bæði maðurin og eg hava korona-smittu, sigur Marin Katrina Frýdal.

 

Í morgun høvdu vit grein á In.fo um, at býráðslimurin í Tórshavnar kommunu, Turið Horn, er í sóttarhaldi í einum summarhúsum í Skálavík, tí hon eitt nú hevur verið í samband við annan býráðslim í Tórshavnar kommuni, sum hevur fingið staðfest korona-smittu.

Býráðslimurin, sum hevur fingið staðfest covid-19, er Marin Katrina Frýdal, og In.fo hevur í kvøld skift orð við hana. Men, tað er ikki bara býráðslimurin, sum hevur fingið staðfest sjúkuna. Tað hevur maður hennara eisini, og tey eru nú bæði í sóttarhaldi heima í Hoyvík.

- Eg hevði verið sjúk nokso leingi, helst í eina góða viku ella so, men eg helt ikki, at sjúkueyðkennini, serliga við leysum lívi, sum eg hevði, vóru tey, sum hava verið mest frammi í samband við korona-smittuna, sigur Marin Katrina Frýdal.

Hon vísir á, at tá hon var á veg heim týskvøldið, føldi hon seg so illa, at hon fór beint undir dýnuna. Men, fepur var eingin, og hon hevði heldur ikki ilt í hálsinum. Tískil helt hon ikki, at sjúkueyðkennini bendu á korona-smittu, soleiðis sum hon upplivdi tað.

- Farna vikuskifti var eg eisini hjá lækna, men tá varð eg ikki kannað fyri møguliga korona-smittu. Tískil fór eg heim aftur uttan hesa kanning. Tað var ikki fyrr enn mikudagin, at eg varð kannað fyri korona, og dagin eftir fekk eg staðfestingina.

Marin Katrina Frýdal vísir á, at maður hennara hevði nakað av fepuri mánakvøldið og týsdagin. Hann var til kanning týsdagin og fekk staðfest korona-smittu mikudagin, sum býráðslimurin fekk sína staðfesting dagin eftir.

- Maður mín hevði fepur í einar tríggjar dagar, men var annars rímiliga væl fyri. Tá eg hugsi um allar teir dagarnar, eg gekk sjúk - serliga við leysum lívi - var eg í løtum rættiliga illa fyri, tí tað tekur so sanniliga upp á likamið at missa vætu og salt. 

Marin Katrina Frýdal sigur, at maðurin nú er sum fiskurin, og sjálv hevur hon tað rímiliga gott nú. - Eg fekk vegleiðing frá lækna um at drekka nógv og taka salt og sukur. Tað gjørdi eg eisini, og eg trúgvi, at góðu læknaráðini gjørdu, at eg ikki kom í ta støðu at fáa vætu á sjúkrahúsi, sigur hon.

Býráðslimurin í Tórshavnar kommunu leggur aftrat, at sambært tí, sum læknarnir siga, verður hon - um alt gongur væl - leys úr sóttarhaldinum hin 26. mars.

- Vit hava ongantíð verið bangin, nú bæði maðurin og eg hava havt korona-smittu, sigur Marin Katrina Frýdal, sum ikki hevur verið av landinum og tískil heldur ikki veit við vissu, hvussu hon og maðurin hava drigið korona-smittuna á seg.

##med2##

 

 

 

- Vit hava ongantíð verið bangin, nú bæði maðurin og eg hava korona-smittu, sigur Marin Katrina Frýdal.

- Eg helt ikki, at eg hevði røttu sjúkueyðkennini, sigur Marin Katrina Frýdal.