May við nýggjari brexitavtalu í 10 punktum

– Hendan afturtøkuavtalan verður almannakunngjørd fríggjadagin, sigur Theresa May.

Forsætisráðfrúan hevur hildið røðu í Undirhúsinum um næstu endurskoðaðu brexitavtaluna.

Hon sigur, at stjórn hennara fer at leggja eina ætlan fram í 10 punktum í sambandi við ta nýggju avtaluna, sum hon sigur fer at verja arbeiði.

May tosar um ta nýggju brexitavtaluna, men tað eru tekin um, at hon stendur enn veikari í konservativa flokkinum.

– Hendan afturtøkuavtalan verður almannakunngjørd í morgin, sigur May og leggur dent á, at møguleikarnir fyri einum brexit eru ov umfatandi og fylgjurnar við eini fiasko eru ov álvarasmar til, at bretar kunnu koma sær at útseta hana enn einaferð.

Formaðurin í Arbeiðaraflokkinum, Jeremy Corbyn, sigur, at stjórnin hjá May er ov veik og ov spjadd til, at tað kann gerast ein avtala.

 

/ritzau/Reuters