Meira gransking og fleiri útbúgvingar

Ein spillfesk kanning vísir, at føroyingar yvirhøvur taka undir við at menna lærdan háskúla í Føroyum.

Í dag er tað kanska sjálvsagt, men soleiðis hevur ikki altíð verið, tí 13 ár gingu frá fyrstu fyrireikingunum, til Fróðskaparsetrið varð stovnað í 1965.

Setrið hevur tvinnar uppgávur – at bjóða út hægri útbúgvingar og at granska.

Í dag verða nógvar ymsar útbúgvingar bodnar út á Setrinum. Nærum 400 umsóknir vóru til tær 13 bachelor-útbúgvingarnar í ár, og 286 fingu lestrarpláss.

Tey lesa m.a. búskaparfrøði, føroyskt, løgfrøði, maskinfrøði, námsfrøði, orkuverkfrøði, politikk og umsiting, sosialvísindi, søgu, sjúkrarøktarfrøði og til lærara.

Óført er, at so stór undirtøka er fyri útbúgvingunum, men skal Setrið virkað sum eitt veruligt universitet og ikki bara framhald av miðnámsskúla, skal rúmligari pláss fáast til gransking og fleiri útbúgvingar uppstigast til masterstig.

Eg vil í komandi valskeiði virka fyri, at

-       vit fáa fleiri KT-verkfrøðingar á masterstigi

-       taka upp gransking og útbúgving í matvøruframleiðlsu

-       seta sjøtul á frálæru í læknavísind.

tí holl vitan er fortreytin fyri, at samfelag og vinna kunnu mennast.

Magni Arge, løgtingsmaður og valevni hjá Tjóðveldinum