Ferðsluóhapp í Havn

Fýra ferðsluóhapp vóru í høvuðsstaðnum mikudagin. Tveir bilførarar fáa treytaða frádøming av koyrikortinum.

Stutt eftir klokkan trý seinnapartin mikudagin koyrdi ein av býbussunum á eina 12 ára gentu, ið gekk á Sundsvegnum. Gentan gekk fram við vegnum og hugdi seg ikki nóg væl fyri, tá hon skuldi yvir um vegin. Hon varð flutt á Landssjúkrahúsið, men fekk tó ikki álvarsaman skaða.
Klokkan hálvgum fimm hendi eitt...