Mette F um fleiri korona-kanningar: Hetta er klókt

Heilsumyndugleikarnir í Danmark fara nú at testa nógv fleiri fyri koronavirus eftir atfinningar í miðlunum.

Stjórnin leingir tiltøkini og afturlatingina av Danmark til 13. apríl. - Foto: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Stjórnin leingir tiltøkini og afturlatingina av Danmark til 13. apríl. - Foto: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Tað heva verið nógvar atfinningar av, at tað ikki eru kannað nóg nógv fólk fyri koronavirus.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, kallaði tað í dag »overordentligt klogt« at heilsumyndugleikarnir framyvir fara at kanna fleiri fyri, um tey hava koronavirus.

– Grundleggjandi eru tað heilsumyndugleikarnir, sum leggja til rættis kanningarátakið, sum skal vera í sambandi við eina farsótt. Nú eru rætningslinjurnar stillaðar. Tað, haldi eg, er ordiliga gløgt, sigur Mette Frederiksen.

Á tíðindafundi í dag kom fram, at stjórnin fer at halda fram við partvísari afturlating av Danmari í øllum førum fram til 13. apríl.

Talið av innløgdum á sjúkrahús væntast at gerast hægri næstu vikurnar. Gongdin verður fylgd tíma fyri tíma, og heilsumhyndugleikarnir verða sum frá líður klókari upp á støðuna, og hvussu hart Danmark er rakt.

Donsku myndugleikarnir hava júst avgjørt, at nógv fleiri framyvir skulu kannast fyri koronavirus. Tað hava tó verið trupulleikar við at útvega nóg mikið av kanningarútgerð.

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, mátt í dag umbera, at heilsumyndugleikarnir ikki hava fylgt nóg væl við, tá teir fingu tilboð um at keypa kanningarútgerð frá Suðurkorea.

12. mars skifti Danmark frá tí tey kalla »inddæmningsstrategi« til eina »afbødningsstrategi«.

Tað merkti, at tey broyttu tað til bert at kanna persónar við sjúkueyðkennum.

Nú skal strategiin broytast til at vera meira offensig, so eisini persónar við smávegis sjúkueyðkennum skulu kannast. Tað hava tó verið trupulleikar við at útvega nóg mikið av kanningarútgerð, so talið av møguligum smittaðum kundi greiðast.

Vandin er, at fólk, sum tykjast røsk, kunnu smitta onnur fólk, tí tey ikki vita, at tey sjálv eru rakt av koronavirus.

Størsta avbjóðingin er framvegis at útvega nóg mikið av kanningarútgerð.

Forsætisráðharrin ehvur álit á heilsumyndugleikunum, sjálvt um strategiin er broytt fleiri ferðir.

– Tað er ein orkuavbjóðing, men nú fer heilsuverkið at kanna nógv fleiri, og tað fegnist eg um. Eg havi álit á donsku heilsumyndugleikunum, sigur Mette Frederiksen.

/ritzau/

Stjórnin leingir tiltøkini og afturlatingina av Danmark til 13. apríl. - Foto: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix