(Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Mette Frederiksen sinnað at gera koppingarverksmiðju

Mette Frederiksen gloppar dyrnar fyri, at Danmark í samstarvi við Ísrael fer at gera verksmiðjur at framleiða koppingarevni ímóti koronu.

 

 

 

(Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, fer í vikuni til Ísraels at tosa um samstarv um koppingarevni við Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra í Ísrael, og forsætisráðharran í Eysturríki, Sebastian Kurz.

Áðrenn ferðina nevnir Mette Frederiksen møguleikan fyri samstarvi við Ísrael um eina verksmiðju at gera koppingarevni.

– Ja, vit tosa ítøkiliga um, hvussu vit kunnu økja framleiðsluna av koppingarevni. Tað kann vera í einum almennum-privatum partnaraskapi. Eg útiloki eingi hugskot – heldur ikki at gera vermsmiðjur, sigur Mette Frederiksen.

/ritzau/

 

(Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix)